Kaldbakskona vann dreymaferðina til Barcelona

Olivia Thomassen í Kaldbak gjørdist tann hepni vinnarin

Inni á Fløtum í Kaldbak er frøin stór. Har býr nevnliga Olivia Thomassen, sum var so heppin at vinna kappingina hjá Rás2 um eina dreymaferð til Barcelona við 10.000 krónum í lummapeningi.

 

Olivia var beinleiðis ígjøgnum á Rás2, og hevði ilt við at trúgva, at hon var tann hepni vinnarin, tí hon er als ikki von við at vinna. Olivia hevur ikki tikið støðu til hvør sleppur við henni til Barcelona.

 

Undir myndini hoyrist løtan, tá ein kløkk, men fegin Olivia fekk at vita, at hon var tann hepni vinnarin.