Kaldbaksfólk fáa ikki nýggjan veg

Landsstýrismaðurin hevur ongar ætlanir um at dagføra vegin til Kaldbaks.

Tað er Heðin Mortensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin og fyrrverandi borgarstjóri í Havn, sum hevur spurt Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, um nakrar ætlanir eru um at dagføra vegin til Kaldbaks. 

 

Svarið frá Henriki Old er greitt. Nei, han hevur ongar slíkar ætlanir.

- Ferðslan á vegnum er góð 500 akfør um samdøgrið, og í mun til hesa ferðslu verður mett, at vegurin er nøktandi bæði í mun til ferðslutrygd og framkomuleika. Vegurin er smalur, men hevur ein stóran part av strekkinum eina breidd, so at vanligir bilar kunnu møtast við ansni, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hann ásannar tó, at onkrar ábøtur kanska kunnu gerast, og nevnir millum annað, at tað kanska kundi verið gjørd fleiri møtipláss og at onkur "nøs" kanska kundi verið tikin burtur fyri at betra um sýnið.

 

Hann vísir eisini á, at um vegurin skal breiðkast, so skulu brúgvarnar inni í Kaldbaksbotni eisini breiðkast. 

 

Heðin Mortensen spyr, um tað hevði verið eitt hugskot at nýtt grót frá Eysturoyartunlinum til breiðkanina av vegnum. Henrik Old ivast í, um hetta hevði loyst seg. Hann vísir á, at tørvur er á stórum gróti fyrst at leggja út sum verjugrót. 

- Ivasamt er, um hetta fæst frá tunnilsarbeiðinum, og um tað fæst, skal eyka arbeiði gerast fyri at skilja tað frá tí fína tilfarinum, sigur Henrik Old.