Kaldari millum USA og Evropa

Valsigurin hjá Bush fer ikki at gagna viðurskiftunum millum USA og Evropa, halda serfrøðingar. Iran kann gerast tann størsti trupulleikin

Fleiri serfrøðingar vænta, at valsigurin hjá George W. Bush kemur viðurskiftunum millum Evropa og USA illa við, og teir rokna við, at ósemjurnar verða fleiri tey næstu fýra árini.

Daniel Gros, sum starvast á Centre for European Policy Studies, sigur við Reuter, at Iran kann gerast høvuðstrupulleikin.

-Amerikanararnir halda, at teir hava prógv fyri, at Iran er í ferð við at útvega sær kjarnorkuvápn, og teir eru tí sinnaðir at fara til verka fyri at forða tí. Hinvegin roynir Evropa at fáa iranar at sleppa ætlanini við at bjóða teimum ymiskt aftufyri. Hetta líkist onkrum, sum vit hava sæð fyrr, sigur Daniel Gros.

James Cameron, sum starvast á ES-stovninum European Policy Centre, stúrir eisini fyri viðurskiftunum tvørtur um Atlantshavið tey næstu árini. Hann heldur, at Bush fer at meta sín valsigur sum eina váttan um, at amerikanska fólkið tekur undir við tí uttanríkikispolitikki, sum forsetin hevur rikið higartil.

-Einki bendir á, at Bush fer at broyta sín uttanríkispolitikk, og at hann fer at virka fyri størri altjóða samstarvi. Hann fer at halda somu kós sum higartil í bardaganum ímóti yvirgangi, sigur James Camron. Hann væntar kortini, at Bush fer at nýta eitt annað orðalag, tá tað snýr seg um Frakland og Týskland, men at tað bert fer at snúgva seg um sjálvt orðalagið.

Alment hevur ES ynskt George W. Bush tillukku við afturvalinum, men fráfarandi formaðurin í ES-nevndini, Romano Prodi, hevur samstundis heitt á amerikanska forsetan um at vísa størri virðing fyri altjóða samfelagnum.

-Evropa fer framvegis at royna at styrkja bondini tvørtur um Atlantshavið, tí júst hesi bondini eru avgerandi fyri, at vit kunnu varðveita friðin, sigur Prodi. Tað sama sigur franski uttanríkisráðharrin, Michel Barnier.

-Amerikanararnir mugu ikki halda, at teir einsamallir kunnu byggja heimin, stýra heiminum og hava eftirlit við heiminum, sigur hann.