Fleiri lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi senda komandi dagarnar brúgvaløg inn yvir Føroyar av útsynningi.
Í dag snarar hann í ein útsynning og øtlar vindin úr ein strúki upp í skrið og harðar hvirlur, men út á dagin makar hann vindin spakuliga og verður andøvsgul upp í ein strúk. Samdrigið og ælaveður, men seinnapartin yvirhøvur turt og sólglottar. Sunnunáttina verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi. Turt og yvirhøvur klárt. Hitin alt døgnið millum 4 og 8 stig.
Í morgin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og frá seinnapartinum stundum regn. Hitin alt døgnið millum 5 og 8 stig.
Mánadagin makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk av suðri, sum snarar í ein útsynning, 8 til 13 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni klárar hann tó í, og tað verður ælaveður. Hitin um dagin millum 4 og 7 stig, um náttina millum 1 og 5 stig.
Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein sunnan og eystan. Skýggjað og út á dagin regn ella vátaslettingur, í fjøllunum kavi. Um náttina verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, og tað klárar í, tó verður okkurt ælið. Hitin milum 1 og 5 stig.
Mikudagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, sum snarar í ein útnyrðing og vestan og øtlar upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, í støðum upp í storm, 23 m/s. Skýggjað og ælaveður, partvís vátaslettingur ella heglingur. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
Hósdagin makar hann vindin niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein sunnan og landsynning og makar enn meiri. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, partvís við vátaslettingi ella kava. Hitin alt døgnið millum frostmarkið og 4 hitastig.









