Kalda kríggið spøkir í arktiska økinum

Í farnu viku var Carl Sands, amerikanska sendikvinnan til Danmarkar, í Føroyum. Í Sosialinum í dag er ein long samrøða við hana, um hví USA, Russland og Kina brádliga vísa Føroyum so stóran áhuga aftur. Seinastu árini hava hesi londini havt fleiri diplomatiskar vitjanir í Føroyum.

 

Her er eitt lítið brot úr samrøðuni, sum altso er at lesa í Sosialin í dag:

 

Í 2014 rullaðu russisk tanks inn á Krim-hálvoynna í Ukraina. Endin var, at Russland meir ella minni hertók hálvoynna. Vesturheimurin fordømdi russisku hertøkuna beinanvegin, og flestu vesturlond settu eitt handilsbann í gildi móti Russlandi. Føroyar vildu tó ikki.

 

Atfinningarnar móti avgerðini at halda á við handlinum við Russland vóru nógvar, bæði í Føroyum og uttanlands. Carla Sands veit tó ikki at siga, um amerikanska stjórnin nakrantíð hevur havt beinleiðis samband við føroysku stjórnina um júst hetta málið.

 

- Men hoyr, sigur hon. Russland drap tvey fólk og royndi at drepa tvey afturat á evropiskari jørð, í Stórabretlandi. Hatta er ikki atburðurin hjá eini tjóð, sum eigur at teljast millum okkum. Mátin, tey uppføra seg, stríðshugurin – eg meini, Russland er í kríggj mitt í Evropa í dag. Teir drepa okkara sameindu í Ukraina, sigur amerikanska sendikvinnan.

 

- Vit hava kortini góðar vónir um, at Russland aftur fer at venda eyguni vestureftir, kemur aftur í okkara fold so at siga, og at vit aftur kunnu handla frítt við Russland. Sannleikin er jú, at handilsbannið rakar russiska fólkið nógv harðari enn russisku leiðararnar, sigur Carla Sands.