Kalda borðið og bingo

239 ferðafólk sita innilæst umborð á ferjuni Bergenfjord, sum orsakað av ringum veðri ikki slapp at røttu kaini. Tað eru ikki bert ferðafólkini við Norrönu, sum mugu brynja seg við toli. Norska ferjan Bergenfjord skuldi verið komin at kai í Hirtshals klokkan 8 í morgun, men tað gjørdist ein longri søga.

Bergenfjord lá út fyri Hirtshals, men um eitt tíðina danska tíð fekk ein sleipibátur bugserað ferjuna at kai, men bara ikki at teirri røttu.

- Tað var av trygdarorsøkum, at ferjan varð sleipað til skeivu kaina. Nógvi vindurin gjørdi, at tað vóru ikki aðrir møguleikar, sigur starvsleiðarin hjá Fjordline, sum eigur Bergenfjord, Peter Nagel.

Hann sigur við Ekstra Bladet, at frísku og ferugu ferðafólkini møguliga høvdu kunna sloppið í land, men tað hevði verið við vanda fyri lív og heilsu.

- Í staðin sleppa ferðafólkini ókeypis fram at kalda borðinum, og so kunnu tey altso eisini spæla bingo ? við góðum vinningum, sigur Peter Nagel.

Ferjan slapp fram at røttu kaini og um sjey tíðina danska tíð sluppu ferðafólkini so endiliga í land.