Kakkulakkar kunnu gera innrás í Føroyum

Vandin fyri, at kakkulakkar nú skulu fáa fótafesti í Føroyum er avgjørt til staðar, sigur Jens-Kjeld Jensen, við Ritzau. Eftir at eitt skip, sum hevði eina rúgvu av kakkulakkum umborð, hevur verið á Havnini, fyri nøkrum døgum síðan, er tað sjálvandi vandi fyri, at ein ella fleiri kakkulakkar eru farnir í land í Havn. Um teir so eru slopnir inn í eitt pakkhús og haðani verða fluttir viðari, so er vandi á ferð.

?Eru tað kvenn-kakkulakkar, sum hava eggjahylki, so kann nógv koma undan?, sigur Jens-Kjeld Jensen.

Fáa teir fyrst fótafesti her, so verður ringt at útrudda teir aftur. Kakkulakkar royna at koma inn í hús, serliga har matur er. Teir koma fram um náttina, tá kvirt er, og sjálvt um teir ikki eru vandamiklir, so er tað einki stuttligt at vita, at maturin, sum vit eta møguliga er dálkaður av kakkulakkum.

Skipið talan er um, bað um hjálp at fáa bast kakkulakkunum, og sambært ÚF so vóru serliga nógvir kakkulakkar í messuni.

Fólk frá Tórshavnar Kommunu vóru umborð og hjálptu at útrudda kakkulakkarnar.