Kaka ovast á listanum

Nýggi venjarin hjá Chelsea, Luiz Felipe Scolari, hevur skrivað sær sín ynskilista yvir spælarar, hann ætlar at keypa til felagið. Og talan er um ein imponerandi lista.

 

Ovast standa Fernando Torres, Frank Ribery og Kaka. Men listin umfatar eisini Robinho frá Real Madrid og Samuel Eto?o frá Barcelona. Hartil kemur so, at Ronaldinho sambært enskum miðlum hevur sent út eini »come-and-get-me« boð til Chelsea.

 

Scolari hevur áður verið venjari hjá bæði Ronaldinho og Kaka á brasilska landsliðnum, tá teir gjørdust heimsmeistarar í 2002, og tað var júst til hesa undankapping og endaspæl, at Scolari gav 20-ára gamla Kaka møguleikan.

 

Medn hóast Scolari fær eina óavmarkaða peningaupphædd at keypa spælarar fyri, so verður tað eingin løtt uppgáva at sannføra feløgini um at selja sínar størstu stjørnur.

 

Leonardo, sum er fótbóltsstjóri í AC Milan, sigur, at Kaka ikki er til sølu, heldur ikki fyri tær 600 milliónirnar, sum tað sigst Scolari er til reiðar at bjóða fyri landsmannin. Á sama hátt hava bæði Rafael Benitez og Torres sjálvur fyrr avvíst eitt skifti til Chelsea. Eisini Bayern München hevur meldað út, at Ribery ikki er til sølu.

 

Spurningurin er so, um navnið Scolari fer at muna og ávirka spælararnar.

 

Hinvegin verður mett, at tað verður lættari at fáa fatur á Robinho í Real Madrid og Eto?o í Barcelona. Samstundis hevur tað leingi staðið greitt, at Ronaldinho ikki verður í Barcelona næsta kappingarár.