Brasilianski stórspælarin hjá AC Milan, Kaka heldur, at tað hevur alstóran týdning fyri liðið, at enski landsliðsspælarin, David Beckham gerst ein fastur partur av hópinum hjá AC Milan.
Kaka segði við brasilianskar fjølmiðlar: - Eg hevði ynskt, at Milan kundi gjørt ein sáttmála, sum kundi bundið Beckham til felagið tey næstu árini. Beckham er ein spælari, sum hevur verið sera týdningarmikil. Hann hevur skorað mál, og hevur lagt upp til mál.
David Beckham fær eftir øllum sólarteknum at vita fríggjadagin, um hansara framtíð liggur í AC Milan. Tað sigur stjórin í AC Milan, Adriano Galliani. Sambært BBC so fara umboð fyri AC Milan til USA fyri at samráðast við LA Galaxy. Venjarin hjá LA Galaxy, Bruce Arena viðgongur eisini, at hann væntar samráðingar millum partarnar í hesi vikuni: - Eftir tí sum eg havi hoyrt frá David Beckham, so verður talan um samráðingar. Men eg havi ikki meir at siga um hetta málið í løtuni.
David Beckham, sum hevur ein leigusáttmála við AC Milan til 9. mars, vil heldur enn gjarna gerast fastur partur av hópinum hjá italska stórfelagnum.