Fyrsti føroyingurin við coronavirus, Kaj J. Skipanes, hevur verið í sóttarhaldi síðan 4. mars, men um eina viku sleppur hann út aftur í samfelagið sum vanligt.
– Eg havi tað stak væl. Eg føli meg frískan, so eg gleði meg at sleppa til arbeiðis aftur, segði hann í stuttari samrøðu í tíðindunum á FM1 seinnapartin.
Hann hevur gjørt sítt fyri at fáa tíðina at ganga, og hann hevur havt samband við heilsumyndugleikarnar, fortelur hann. Hann hevur eisini verið saman við konu síni og børnum sínum, men hesi hava ikki merkt nakað til nakað sjúkueyðkenni.
Kaj J. Skipanes var í februar farin til París saman við konuni og báðum døtrum sínum. Tey vóru til eina møtiráðstevnu, og tá Kaj kom heim aftur byrjaði hann at føla seg sjúkan. Tað vísti seg so, at hann var smittaður við coronavirus.
Hann hevur síðan tá sitið í sóttarhaldi, men nú er hetta skjótt yvirstaðið, og gerandisdagurin kann byrja aftur hjá Kaj J. Skipanes.
Hoyr samrøðuna hjá FM1 við Kaj Skipanes við at trýsta á pílin undir myndini.