Kaj og Jørgen lúgva!

Teitur Vágadal, Sjúkrarøktarfrøðislesandi
-----

Ella vita teir simpulthen ikki hvat teir tosa um, tá teir fremja eitt ósakligt álop á Heðin Mortensen.
Fyri fyrstu ferð hoyra vit fíggjarmálaráðharran koma við einari váttan av veruleikanum: “- Við flatskattinum hava øll fingið ein skattalætta, eisini tær lægru lønirnar, um enn ikki stórur lætti, so er tað ein lætti” í Vágaportalinum.
Løgmaður roynir at skúgva ábyrgd frá sær, tá hann pástendur at kommunurnar kunnu gera nakað við tað.

Hvat er hent við flatskattinum?
Hesin flatskatturin er við at taka lívið av okkum, so ofta ein skal hoyra uppá hetta nógv hálovaða og útskeldaða hugtakið. Í Vágaportalinum sigur løgmaður at: “Borgarstjórin vil vera við, at landsskatturin er ein flatskattaskipan. Landsskatturin er progressivur.” Samtundis, sum Jørgen brúkar hugtakið ”flatskattur” í hvørjum setningi.

Tí mugu vit hyggja eftir tølum fyri at skilja heila skeldaríið.


Ein og hvør sær, at tað eru inntøkur yvir 300 túsund, sum fingu fyrimun av flatskattinum. Og uppaftur stuttligari var tað at hava hægri inntøku, men nokk um tað. Lat okkum eisini hyggja eftir hvat annað er hent.

Pensjónsskatting og annað gott
Fyri at ”fíggja” flatskattin, gjalda løntakara nú skatt við inngjald av pensjónum. Goldið verður 40 %. Tykist meinaleyst, uttan ein hyggur nærri at tí.
At flyta skattingina hava fleir víst á, er bert at taka framtíðar inntøkur, ístaðin fyri seinni. Og tískil er hetta ikki ein fígging.
Svarar nøkulunda til at ein etur nátturðan á morgni ístaðin, hann skal jú etast óansæð ella….?
T.v.s. vit hava ein ófíggjaðan flatskatt.

Men søgan er ikki liðug her, tí at faktiskt er flatskatturin partvíst fíggjaður.
Og tað síggja vit í 40 % skattinum.

Pensjón er A-inntøka
sum er sett til síðis til aldurdómin.
Arbeitt verður við einari pensjónsnýskipan, fyri at allir borgarar kunnu fáa ein virðiligan, og ikki minst, ein sjálvfíggjaðan aldurdóm.
So tá ein fær pensjón útgoldna, skal ein eisini gjalda skatt av henni. Altso eru nøkulunda somu treytir galdandi.
Lága pensjón = lágan skatt, miðal pensjóna = miðal skatt og høga pensjón = høgan skatt

Men bíða, skatta prosentið er broytt til 40 %, fyri øll???? Hvat hendi tá?
Jú, tað merkir tað at :
Lága pensjón = 40 % skatt, miðal pensjóna = 40 % skatt og høga pensjón = 40 % skatt.

Fortreytirnar eru broyttar. Og hvønn rakar hetta? Sjálvandi lágpensjónir og miðalpensjónir. Sum niðanfyristandi talva vísur.



Dømi um láginntøkur eru:
Sjúkrasystrar, ófaklærd, arbeiðsfólk, krambafólk o.s.fr.

Tær lægru inntøkurnar missa upp til 12 % av sínari pensjón! Og hvør fer avstað við teimum 12 %?
Landskassin einsamallur!
Faktiskt fer landskassin avstað við eyka pensjónsinntøkum heilt upp til 400 túsund krónur! Lág-, og miðalinntøkurnar hava fingið eina skattahækking.

Pensjónsmissurin hjá lág-, og miðalinntøkum er eyka byrða, sum Kaj og Jørgen hava lagt á tey. Og teir umboða landskassan.

Eyka útreiðslur hjá láginntøkum
Flatskatturin varð beinavegin etin upp av:
- Hækkað ALS-gjald
- Hækkað Heilsutrygdargjald
- Hækkað pensjónsskatting
- Prísvøksturin síðan nov. 2011
- mat og drekka: hækkað 1,9 %
- býliskostnaður: hækkað 5,9 %
- aðrar tænastur: hækkað 5,8 %

Lúgva ella óvitandi?
So er tað tað? Lúgva Kaj og Jørgen, ella hava teir mist sambandið við fólkið?
1) Pensjónskatturin hjá láginntøkum hækkaður = eyka byrðar
2) Flatskattur partvíst fíggjaður av hægri pensjónsskatti
3) Skattalætti bert til háginntøkur
4) Hækkaður prísvøkstur

Alt í alt, hava Kaj og Jørgen gjørt tað torførari fyri láginntøkur í Føroyum. Teir royna at verja hækkaðan skatt og siga at kommunurnar kunnu bert lækka skattin.

Kommunurnar veita mest beinleiðis tænastur til borgaran.
Skal váti dreymurin hjá Kaj og Jørgen fylgjast verður inntøkan hjá kommununum lægri, og tænastustøðið lægri.

Kaj og Jørgen royna eisini at koyra meira og meira útreiðslur á kommununur, harav tað nýggjasta er at kommunurnar skulu gjalda 2,5 % eyka av rentustuðulinum. Hvussu skulu kommunur lækka skattin tá landið koyrir meira útreiðslur á kommunurnar?

Tað er ikki hjá landinum ein skal leita sær hjálp framyvir, vit noyðast at hava álit á kommunurnar. Samanumtikið hevur Heðin Mortensen rætt í síni útsøgn, og Kaj og Jørgen antin lúgva ella eru beinleiðis óvitandi.

Keldur: www.taks.fo, www.logting.fo , www.hagstova.fo, www.vp.fo