Ein lesari hevur gjørt vart við at hetta ikki er heilt rætt, tí hann er ættaður frá yngsta beiggja Nólsoya Páll, Jacob Poulsen Nolsøe, nevndur Forvaltarin, hesin var doyptur 7. januar 1775 og deyður 18. august 1869. Hann giftist 10. oktober 1797 við Onnu Katrinu Pedersdatter Schell, doypt 25. apríl 1771 og deyð 14. mai 1832. Í bók síni "Færøerne mine fædres land" skrivar Kaj Nolsøe Bang: Jacob Poulsen Nolsøe eller "Gamli Forvaltarin" som han kaldtes var min tip-oldefar. Talan er sostatt um yngsta bróður Nólsoyar Pálls.