Í 2010 skulu føroyingar taka støðu til limaskap í ES, og í 2012 skulu vit hava fólkaatkvøðu um loysing. Tað heldur formaðurin í Sambandsflokkinum -Vit hava í nógv Harrans ár tosað um at fáa eina fólkaatkvøðu um ríkisrættarligu støðuna. Vit brúka alt ov nógva orku upp á at klandrast um hetta málið, og tí eiga vit at fáa eina avkláring nú, sigur Kaj Leo Johannesen við Dimmalætting í dag. Hann leggur dent á, at hann tosar fyri seg sjálvan og ikki flokkin.
Hann vísir á, at ein fólkaatkvøða um ta ríkisrættarligu støðuna hevði svarað nógvum av teimum spurningunum, sum eru í sambandi við ta uttanríkispolitisku støðuna hjá Føroyum. Í hesum viðfangi heldur hann tó, at vit eiga at taka støðu til viðurskiftini við ES fyrst.
Tí heldur formaðurin í Sambandsflokkinum, at vit eiga at hava fólkaatkvøðu um ES-spurningin í 2010 og fólkaatkvøðu um ta ríkisrættarligu støðuna tvey ár seinni.










