Eftir at politiskir eygleiðarar hava spátt, at Kaj Leo Johannesen, løgmaður, fór at royna eina borgarliga samgongu saman við Fólkaflokkinum og Framsókn, men í kvøld sigur løgmaður við sjónvarpið, at hann umframt nevndu flokkar hevur boðið Sjálvstýrisflokkinum og Miðflokkinum til samráðingarnar eisini.
Hann ætlar at allir flokkar skulu vera við í einari nýggjari samgongu, og tað merkir helst, at tað verður trupult at lækka talið á aðalráðum.
Skal nakað samsvar verða millum býti av landsstýrissessum og støddina av flokkunum, mugu báðir stóru flokkarnir fáa tríggjar í part, um smáu flokkarnir eisini skulu hava landsstýrissess.
Men Kaj Leo Johannesen segði við sjónvarpið, at allir flokkar fáa ikki landsstýrissess, og so er spurningurin, hvat smærru flokkarnir siga til tað.
Men samráðingarnar byrja so í morgin, og um miða komandi viku ætlar løgmaður at hava eitt samgonguskjal í hvussu er partvíst klárt.