Kaj Leo: Vandamikið at yvirtaka fíggjareftirlit

Formaðurin í Sambandsflokkinum er samdur við fólkatingsmanninum hjá flokkinum í, at yvirtøka av fíggjareftirlitinum er ein vandamikil loysn fyri Føroyar Formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, fær ikki formannin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, at taka frástøðu frá útsagnunum hjá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, um yvirtøku av fíggjareftirlitinum.

- Tað geri eg ikki, tí eg eri púra samdur við Edmundi. Fólkatingsumboð Sambandsfloksins sáar als ikki iva um trúvirði hjá føroysku bankunum, sum Høgni Hoydal annars vil vera við, men hann hevur, eins og restin av Sambandsflokkinum, stórt álit á føroysku bankunum, sum hava megnað at víðkað teirra virksemið útum landoddarnar, sigur Kaj Leo Johannesen.

Hann heldur, at sjálvsagt liggur ein stórur vandi í at yvirtaka fíggjareftirlitið.

- Vit eiga at vera sera varin við at órógva hesa vinnugrein, soleiðis at vit bróta niður tað, sum higartil er bygt upp. Tey evropeisku londini meta seg verða ov lítil og viðkvom, tá talan er um at hava sítt egna fíggjareftirlit og tosa alt meira um at hava eitt felags fíggjareftirlit umfatandi øll ES londini. Men Føroya Landsstýri ger tað øvugta. Teirra mál er, aftur hesa ferð, at koma longur burtur frá altjóðagerðini og ístaðin at isolera seg úti í Atlantshavinum, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum og leggur afturat.

- Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum lastar fíggjareftirlitið fyri at hava ábyrgdina av fíggjarkreppuni í 90?unum. Hettar svarar til at vinnufeløg fara at geva sínum grannskoðarum ábyrgdina fyri, at tey fara av knóranum, sigur Kja Leo Johannesen.