Kaj Leo til Holland

Bóltsnillingurin hjá Víkingi fer komandi vikuna at royna seg í hollendskum fótbólti. Kaj Leo Í Bartalsstovu skal í eina viku venja við De Graafschap, sum spælir í næstbestu deildini í Hollandi.
– Tað er umboðsmaðurin hjá mær, Hans Jákup á Líknargøtu, sum hevur fingið venjingina í í lag, greiður Kaj Leo frá.
Hann hevur havt eitt framúr gott kappingarár á vonginum hjá Víkingi og megnaði millm annað at skjóta øll fýra málini hjá Víkingi í sigri á KÍ móti kapp­ingarenda.
– Tað hevur leingið verið í tonk­unum at sleppa til út­landið at royna seg, sigur lands­liðs­leikarin.
Kaj Leo hevur bara spælt fyri Víking í føroyskum vaksna­mannafótbólti og tað ger hann helst eisini um einki kemur burtur úr royndarvenjingini í Hollandi.
– Vísur tað seg, at eg ikki eri nakað fyri teir ella teir ikki nakað fyri meg, og eg komi aftur til Føroyar at spæla, so tosi eg sjálvandi fyrst við Víking, sigur Kaj Leo Í Bartals­stovu við Sosialin í dag.
– Nú satsi eg 100 prosent upp á hetta og so fáa vit at síggja hvat hendir, sigur Kaj Leo at enda.
De Graafschap flutti í fjør niður í næstbestu deildina eftir tvey ár í bestu deildini. Felagið er stovnað í 1954 og spælir á De Vijverberg Doetinchem leik­vøllinum, sum tekur 12.600 áskoðarar.
Venjari er tann 45 ára gamli Pieter Egge Huistra, sum mill­um annað spældi frá 1990 til 1995 við Glasgow Rangers.