Kaj Leo tættur sum tunnan

Við fyrrverandi løgmanni í málinum eydnaðist tað næstbesta HB liðnum fyri fyrstu ferð í ár einki mál at fáa ímóti sær

Tað endaði málleyst, tá ið næstbesta HB liðið mikukvøldið var í grannauppgerð á Argjum ímóti næstbesta AB liðnum, sum er á aftasta plássi.

 

At besta HB liðið er uttanlands og í kvøld skal spæla í europeisku kappingini var orsøk til, at boð vóru eftir Kaj Leo Holm Johannesen at verja HB málið. 51 ára gamli fyrrverandi løgmaður og núverandi tingmaður takkaði fyri álitið, og Kaj Leo røkti sín setning til fulnar.

Sjálvur gevur Kaj Leo ungu og røsku liðfeløgunum úti á vøllinum æruna fyri, at einki mál fór ígjøgnum, men spælararnir siga, at tað var friður yvir verjuspælinum, nú royndi superveteranurin vardi málið.

 

Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur í ár, at HB liðið fór av vøllinum, uttan at mál var farið ígjøgnum.

HB er nú á sjeynda plássi við átjan stigum, og AB er aftast við seks stigum.

Meðan HB leygardagin fær vitjan av 07 Vestur, so fer AB leygardagin at spæla í Leirvík ímóti Víkingi.

 

Víkingur skuldi mikukvøldið havt spælt í Klaksvík, men tann dysturin varð útsettur til 10. august, tí so nógvir Víkinga spælarar eru á ferð við besta liðnum, sum seinni í dag fer at spæla í europeisku kappingini.