Kaj Leo skilir ikki trupulleikan hjá Jógvani á Lakjuni

Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, skilir ikki atfinningarnar, sum samgongufelagi hansara, Jógvan á Lakjuni, hevur ímóti Hans Paula Strøm

SAMKYND

Eftir at landsstýrismaðurin hjá Javnaðarflokkinum, Hans Pauli Strøm, mánamorgunin setti ráðstevnuna hjá ANSO, sum er ein felagsskapur hjá lesandi samkyndum, hevur ein av teimum trimum landsstýrismonnunum hjá Fólkaflokkinum, Jógvan á Lakjuni, harðliga mótmælt hesari gerð.
Formaðurin í tí triðja samgonguflokkinum, Kaj Leo Johannesen, sigur í samrøðu við Sosialin, at Sambandsflokkurin ikki hevur tosað um hetta málið innanhýsis, og at hann ikki hevur hoyrt røðuna hjá Hans Paula Strøm. Kaj Leo Johannesen sigur seg tó vænta, at hetta er eitt mál, sum vit fara at hoyra meira um.
- Nei, vit hava ikki tosað um tað, og tað kunnu vit ikki blanda okkum upp í. Hetta hevur sum so einki við politikk ella samgonguskjalið at gera. Eg fari ikki at leggja meg út í hetta, tí ein landsstýrismaður má hava loyvi til at seta eina ráðstevnu. Vit virða øll menniskju, og Sambandsflokkurin fordømir ongan. Eg skilji ikki hvør trupulleikin er, sigur Kaj Leo Johannesen, sum tó leggur dent á, at hann ikki svarar fyri Sambandsflokkin, tí at tey sum nevnt ikki hava viuðgjørt hetta einstaka málið innanfloks. Sambandsformaðurin leggur eisini dent á, at Sambandsflokkurin er ein liberalur flokkur, men í etiskum spuringum svara limir floksins sambært síni samvitsku.