Kaj Leo í Bartalsstovu skal hava nýggjan venjara í rumenska felagnum, Dinamo Bukarest.
Hesum boðaði Dinamo Bukarest venjarin, Mircea Rednic, frá, longu undan steypafinaluni millum Dinamo Bukarest og CFR Cluj í kvøld.
Sambært rumenskum fjølmiðlum skal Mircea Rednic vera venjari hjá liði úr Belgia, sum hann hevur fingið tilboð frá. Tað er tó ikki greitt, hvat felag talan er um.
Hvat venjaraskifti hevur at týða fyri Kaj Leo í Bartalsstovu er enn ógreitt. Men Mircea Rednic var maðurin sum fekk eyga á føroyska leikaran í landsdystinum millum Føroyar og Rumenia, og sum keypti føroyska leikaran til felagið.










