- Løgtingsvalið er ein ábending um, at Føroya Fólk vil hava borgarligan politikk.
Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Men hann heldur, at valið er sanniliga eisini ein greiður dómur yvir leiðsluna í samgonguni í farna skeiði.
- Tann dómurin er, at Føroya Fólk heldur, at Sambandsflokkurin er best egnaður at hava leiðsluna í eini nýggjari samgongu.
Kaj Leo Holm Johannesen sipar til, at Sambandsflokkurin hevði stóra framgongd á valinum.
Sjálvur var hann stóri atkvøðuslúkurin í flokkinum og setti met í atkvøðum, tí onki valevni hevur nakrantíð fingið so dygga álitisváttan frá veljarunum, sum hann fekk.
Sum formaður í Sambandsflokkinum kom Kaj Leo Holm Johannesen ógvuliga styrktur burtur úr valinum og er sjálvsagt løgmansevni floksins.
Sum løgmaður og stóri vinnarin á valinum, er tað sjálvandi eisini Kaj Leo Holm Johannesen, sum tekur stig til samráðingar um nýggja samgongu.
Tosa við allar
Hann hevur ikki sett seg á nakra ávísa samgongu enn, men ætlar at lodda dýpið hjá øllum flokkum.
- Vit fara at hava fund við allar hinar floksformenninar í dag og í morgin og so verður úrslitið av teimum fundunum avgerðandi fyri teimum víðaru samráðingunum.
Hann sigur, at á hesum fundunum við floksformenninar skal greiða fáast á, hvørji hjartamál, teir ymsu flokkarnir hava og um tað ber til at finna semju um tey stórmál, sum liggja fyri framman.
Hann sigur, at tað veldst eisini um, hvussu teir ymsu flokkarnir eru mannaðir.
- Vit hava longu hoyrt um treytaleys krøv, men slíkur hugburður kann ikki góðtakast. Teir flokkar, sum eru við, teir skulu vera við og tað verður ikki góðtikið, at ávísir tinglimir javnan fara at seta treytaleys krøv.
- So mugu teir heldur fara aðrar vegir
Fleiri nýskipanir
Sjálvur sigur Kaj Leo Holm Johannesen sagt, at tað fyrsta hálva árið má ein nýggj samgonga avgreiða fleiri nýskipanir.
Ein nýskipan, sum skal avgreiðast, er at leggja allar Føroyar í sjey til níggju kommunur og at leggja eldraøkið undir kommunurnar at umsita.
Ein onnur nýskipan, sum skal fremjast, er at leggja skúlar saman í størri eindir og ein triðja nýskipan, sum skal fremsast nú, er ein nýggj eftirlønarskipan.
Harafturat skal semja fáast um eina nýggja fiskivinnuskipan.
- Spurningurin er, hvørjum flokkum, tað ber til at gjøgnumføra hesar nýskipanirnar og annars hvørjum flokkum tað ber til at føra ein politikk saman við, sum fær hallið burtur á fíggjarlógini, uttan at ganga vælferðarsamfelagnum ov nær.
- Samstundis verður tað ein avbjóðing at miðsavna almennar stovnar og fyrisiting í størri eindir fyri at skilbøta raksturin.
Tað er eisini greitt, at Sambandsflokkurin hevur heldur ikki gingið í takt í spurninginum um ein fiskivinnupolitikk, tí Bjørn Kalsø er mangan gingin ímóti samginguni og Sambandsflokkinum.
Men í andglettinum í Kringvarpinum vissaði Kaj Leo Holm um, at Sambandsflokkurin er heilur í tí málinum.
Seks ella sjey aðalráð
Hvussu nógv aðalráð verða næsta landsstýrið?
- Tað verða undir øllum umstøðum færri enn nú. Aðalráðini verða seks ella sjey í tali í næsta landsstýri. Ein máti er at skipa seks aðalráð við eini løgmansfyrisiting afturat, men so skal greiða fáast á, hvørji málsøki, løgmaður skal umsita.
Løgmaður ásannar, at veljarin hevur valt borgarligt og hann heldur eisini, at tað er eitt gott boð upp á eina samgongu.
- Men onki er avgjørt og tað veldst alt um, hvønn flokk, tað ber til at føra ein politikk við.
Nú fór Fólkaflokkurin úr samgonguni í summar. Ber tað til at fara í samgongu við flokkin longu aftur nú?
- Í politikki ber alt til. Eftir eitt løgtingsval er borðið ruddað og talvan rein, so tað ber væl til.
Fólkaatkvøða um samanlegging
Tað skerst ikki burtur, at Fólkaflokkurin hevur víst eini ætlan um tilfeingisgjald frá sær og samstundis vilja fleiri tinglimir hjá flokkinum heldur ikki vilja vita av eini ætlan um at tvinga kommunur og skúlar saman?
- Fólkaflokkurin gekk á odda at taka inntøkutrygdina úr landskassanum og leggja hana undir partarnir í vinnuni at umsita og rinda. Fólkaflokkurin hevur eisini tikið undir við tilfeingisgjaldi við tað, at serstakt avgjald er lagt á eitt serstakt avlop.
Kaj Leo Johannesen sigur, at tað veldst alt um um tað ber til at skrúva eina skipan saman, sum ein samgonga kann semjast um.
- Tað er tað sama við kommunusamanlegging. Spurningurin er um vit kunnu semjast um eina skipaða tilgongd. Spurningurin er um vit skulu gera tað við lóg, ella um vit skulu hava eina fólkaatkvøðu um alt landið um kommunubygnaðin og sostatt lata fólksins vilja ráða.
- Men tað skal henda skjótt, tí málið er avgjørt framvegis at broyta kommunubygnaðin til næsta kommunuval, sum verður seint næsta ár
- Tað eru avgjørt møguleikar, leggur Kaj Leo Holm Johannesen afturat.
Men hann staðfestir, at hetta eru alt nýskipanir, sum tann næsta samgongan verður noydd at fremja.
Hann staðfestir eisini, at spurningurin um at tiðna donsku ríkisveitingina fyri at typpa holið í landskassanum, er eitt ógvuliga avgerðandi mál fyri Sambandsflokkin.
Mangla 200 milliónir
Hinvegin hevur Fólkaflokkurin lagt stóran dent á at umskipa skattin, so at vit fáa eina flatskattaskipan, har øll rinda 40% í skatti. Er tað nakað, tú kanst taka undir við?
- Skulu vit hava flatan skatt eftir uppskotinum hjá Fólkaflokkinum, má flokkurin í øllum førum koma við 230 milliónum, tí eftir teirra uppskoti, fara 200 milliónir at mangla í hjá landskassanum.
Tær vil Fólkaflokkurin finna við at skatta pensjónir, tá ið tær verða goldnar í pensjónsskipanir, ístaðin fyri at skatta tær, tá ið eftirlønin verður útgoldin.
- Hatta er als ikki so einfalt so hatta má kannast út í æsir. Spurningurin er, hvørjar avleiðingar, tað fær fyri pensjónirnar, tá ið tær verða útgoldnar og fyri skattainntøkurnar hjá landinum tá.
- Tað er ikki so einfalt at skumpa rokningina 20 ella 30 ár fram í tíðina fyri tað, um vit eru svong nú, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.