Í kvøld skal Kaj Leo Johannesen, løgmaður, til borðs saman við forseta Russlands, Dmitry Medvedev, ið er á almennar vitjan í Danmark. Í morgun fór løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, til Danmarkar á tænastuferð.
Í kvøld er løgmaður boðin til veitsluborðhald á Fredensborg Slotti, ið Margretha drotning heldur til heiðurs fyri forseta Russlands, Dmitry Medvedev, ið er á almennari vitjan í Danmark.
Hósdagin klokkan 13 luttekur løgmaður á lestrardegi á Christiansborg, sum Norðuratlants Bólkurin á fólkatingi skipar fyri. Lestardagurin hevur heitið »Norðuratlantshavið og ES.«
Klokkan 15 hósdagin er løgmaður vertur fyri móttøku á Norðuratlants Bryggjuni fyri útlendskum sendiharrum í Danmark og øðrum innbodnum. Klokkan 16 setur løgmaður framsýning á Norðuratlants Bryggjuni við listaverkum av Elinborg Lützen.
Løgmaður verður aftur í Føroyum fríggjadagin 30. apríl.










