Kaj Leo sendi Val í finaluna

Føroyski landsliðsleikarin skeyt einsamalla málið í hálvfinaluni ímóti Fjölni.

Føroyski landsliðsleikarin, Kaj Leo í Bartalsstovu, gjørdist í gjárkvøldið sigursharri, tá ið hann við einsamalla málinum í dystinum sendi Val í finaluna í Reykjavíkarkappingini við 1-0-sigri á Fjölni.

Málið skeyt Kaj Leo í 54. minutti. Undan hesum hevði danski liðfelagi hansara, Patrick Pedersen, misnýtt brotsspark.

Hin føroyingurin í Vali, Magnus Egilsson, var ikki við í dystinum. Venjari hjá teimum báðum er fyrrverandi HB-venjarin, Heimir Guðjónsson.

Finalan í Reykjavíkarkappingini verður spæld mánakvøldið. Har møtir Valur verandi reykjavíkar- og íslandsmeistarunum úr KR.