ÍBV er íslendskur steypavinnari, og teir skulu út í Evropa komandi ár. Tað kann eingin taka frá Jónasi Tór Næs, Kaj Leo í Bartalsstovu og hinum liðfeløgunum.
Men í landskappingini, í pepsideildini gongur stak illa hjá ÍBV.
Kaj Leo í Bartalsstovu fekk fulla spælitíð, og Jónas Tór Næs fekk 75 minuttir á vøllinum, tá eyjamenn á heimavølli á Hásteinsvøllinum á Heimey tapti 0-1 ímóti Víkingi Òlafsvík. Ein ósigur, sum merkir, at ÍBV framvegis er trý stig undir niðurflytingarstrikuni.
Kaj Leo í Bartalsstovu hevði sambært Morgunblaðnum tríggjar góðar málmøguleikar. Í tveimum førum møtti málverjin hjá Vìkingi Ólafsvík væl, og tí eina førinum var talan um svartastu óeydnu, tá Kaj Leo sendi eitt vakurt dundurskot á tvørstongina. Morgunblaðið skrivar, at hevði bólturin farið í málið, so var talan um eitt sera vakurt mál.
Komandi sunnudag spælir ÍBV ímóti Akranesi, sum liggur aftast í pepsideildini.
Støðan:
1 | Valur | 15 | 9 | 4 | 2 | 26:12 | 31 |
2 | Stjarnan | 15 | 7 | 5 | 3 | 32:18 | 26 |
3 | FH | 14 | 6 | 6 | 2 | 23:16 | 24 |
4 | Grindavík | 15 | 7 | 3 | 5 | 21:26 | 24 |
5 | KR | 15 | 6 | 4 | 5 | 23:20 | 22 |
6 | Víkingur R. | 15 | 6 | 4 | 5 | 21:21 | 22 |
7 | KA | 15 | 4 | 6 | 5 | 28:24 | 18 |
8 | Breiðablik | 15 | 5 | 3 | 7 | 21:25 | 18 |
9 | Fjölnir | 14 | 4 | 4 | 6 | 17:20 | 16 |
10 | Víkingur Ó. | 14 | 5 | 1 | 8 | 17:25 | 16 |
11 | ÍBV | 14 | 3 | 4 | 7 | 18:28 | 13 |
12 | ÍA | 15 | 2 | 4 | 9 | 22:34 | 1 |