Kaj Leo og samgongan fáa ein frammaná

14 tingfólk og metlága undirtøku sum løgmaður. Tað er skotsmálið, sum samgongan og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fáa í nýggjari veljarakanning

14 tingfólk og metlága undirtøku sum løgmaður. Tað er skotsmálið, sum samgongan og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fáa í nýggjari veljarakanning

 

Nýggjasta veljarakannignin, sum Gallup hevur gjørt fyri Dimmalætting, vísir í størri mun enn seinasta kanningin fyri einum mánaði síðani, at føroyingar vilja hava nýtt landsstýri og nýggjan løgmann.

 

Tí samgongan fær bara 14 tingfólk, seks færri, enn hon hevur í dag. Og sambært Dimmalætting, hevur Kaj Leo Holm Johannesen metlága undirtøku sum løgmaður.

 

– Ongantíð áður hevur Kaj Leo Holm Johannesen verið so lágt í metum millum veljararnar. Støðumetið, sum løgkaður fær í nýggjastu veljarakanningini hjá Gallup, er tað lægsta síðani 2010, skrivar blaðið.

 

Sambært kanningini, so fær Sambandsflokkurin tað vánaligasta valúrslitið í søgu floksins. Við bara 17,4 prosentum av atkvøðunum, so er Kaj Leo Holm Johannesen tann sambandsformaðurin, sum í 108 ára søgu Sambandsfloksins fær tað vánaligasta úrslitið nakrantíð.

 

Ringasta úrslitið, Sambandsflokkurin áður hevur fingið, fekk flokkurin eftir at Edmund Joensen hevði verið løgmaður frá 1994 til 1998. Tá fekk Sambandsflokkurin bara 18,1 prosent av atkvøðunum.

 

Næst-ringastu undirtøkuna fekk flokkurin í 1990, tá hann hevði verið í samgongu við Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin – og tá Pauli Ellefsen legði frá sær sum formaður. Tá fekk Sambandsflokkurin 18,9 prosent av atkvøðunum.

 

Men so langt niðri, sum flokkurin er í veljarakanningini, sum Dimmalætting kunnger í dag – við 17,4 prosentum – hevur flokkurin ongantíð verið.

 

Kanningin vísir eisini, at løgmaður er sera illa umtóktur, í mun til aðrar kanningar, Gallup hevur gjørt. Tá hann var hægst í metum fekk hann skotsmálið 6,2 á einum skala frá 1 til 10. Tað var beint eftir løgtingsvalið í 2011. Síðani hevur bara gingið afturá, men ongantíð so ringt sum nú, tá skotsmálið bara er 3,6.