Kaj Leo og liðfelagarnir eru nú oddalið

Njarðvík vann greiðan sigur á heimavølli

Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Njarðvík er nú oddalið í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Kaj Leo spældi allan dystin í greiða 3-0 heimasigrinum hjá Njarðvík á ÍR. Longu aftaná 21 minuttirs spæl var Njarðvík á odda 2-0.

 

Njarðvík-ÍR 3-0 (2-0)

 

1-0 Dominik Radic '5 

 

2-0 Arnar Helgi Magnússon '21

 

3-0 Dominik Radic '87 

 

Njarðvík er fremst í deildini við 16 stigum fyri sjey dystir. Nummar tvey er Fjölnir við 14 stigum fyri seks dystir.

 

Komandi mikukvøld klokkan 20.15 spælir Njarðvík dyst á útivølli móti Gróttu.