Kaj Leo i Bartalsstovu og liðfelagarnir í Levanger eru røttu megin niðurflytingarstrikuna í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, nú bert eitt umfar restar av kappingini.
Kaj Leo og liðfelagarnir vitjaðu Follo á útivølli í dag. Àðrenn dystin varð Follo tvey stig frammanfyri Levanger, og røttu megin niðurflytingarstrikuna, men nú er støðan ein onnur, tí Levanger vann ein sera týdningarmiklan 2-1 sigur, hóast Follo var á odda 1-0 í steðginum.
Kaj Leo byrjaði á beinkinum, men kom inn, tá 29 minuttir vóru farnir av dystinum, tá Espen Berger mátti út við skaða. Lítla løtu seinni legði Didrik Sereba Follo á odda 1-0, sum gjørdist hálvleiksstøðan. Levanger var tó flúgvandi fyrstu løtuna í seinna hálvleiki. Í 51. minutti javnaði Bendik Bye, og fýra minuttir seinni skoraði Benjamin Stokke sigursmálið fyri Levanger.
Kaj Leo hevði onkra góða atsókn ímóti málinum hjá Follo í dystinum, m.a. beint áðrenn steðgin, tá málverjin hjá Follo bjargaði til hornaspark.
Sunnudagin 1. november tekur Levanger ímóti gamla føroyingafelagnum, Sogndal, sum hevur vunnið næstbestu norsku fótbóltsdeildina.
Kappingarneytarnir í botninum, Follo spæla á útivølli ímóti Jerv, og Bærum spælir á útivølli ímóti Bryne, sum eisini stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting. Fýra lið flyta úr næstbestu norsku fótbóltsdeildini niður í triðbestu deildina.
Åsane, Frederikstad og Strømmen hava 34 stig, Levanger og Bryne hava 33 stig, Follo hevur 32 stig, Bærum hevur 31 stig, og Nest-Sotra hevur 30 stig. Sostatt verður talan um eitt gysaraumfar, tá seinasta umfarið skal avgreiðast komandi sunnudag. Hønefoss er aftast við 27 stigum, og hevur mist møguleikan at bjarga sær í deildini.
Sogndal, og best stuðlaða liðið í Noregi, Brann Bergen hava vunnið sær uppflyting upp í bestu deildina.










