Kaj Leo og Akranes leiktu javnt móti KR uttan Hall á vøllinum

KR spældi longu dagin eftir Føroyar spældu móti Luksemborg

Av røttum skuldi verið ein føroyingauppgerð leikt í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, tá liðið hjá Halli Hansson, KR og liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Akranes møttust í Reykjavík ígjár.

 

Men hetta var bara eitt samdøgur aftaná Hallur Hansson hevði spælt við føroyska landsliðnum móti Luksemborg á útivølli, og tí var hann ikki við í hópinum hjá KR.

 

Talan gjørdist um ein undirhaldandi dyst, ið endaði við javnleiki 3-3. Akranes misti sigurin úr hondum móti dystarenda, tá teir gjørdu sjálvmál.

 

KR 3 - 3 Akranes

0-1 Eyþór Aron Wöhler ('17 )

1-1 Ægir Jarl Jónasson ('27 )

2-1 Atli Sigurjónsson ('47 )

2-2 Steinar Þorsteinsson ('66 )

2-3 Eyþór Aron Wöhler ('74 )

3-3 Alexander Davey ('94 , sjálvmál)

 

Kaj Leo hevði sambært Morgunblaðnum nakrar góðar royndir á málið hjá KR. Kaj Leo var skiftur út tá fáir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

Í kvøld klokkan 20.15 leika tvey onnur føroyingalið. Liðið hjá Gunnari Nielsen, FH tekur á heimavølli móti Leiknum. Liðið hjá Patriki Johannesen, Keflavík tekur á heimavølli móti Stjørnuni.

 

Støðan:

 

NrLiðDystirVJTMálmunurStig
1Breiðablik880025:824
2Víkingur Reykjavík1061322:1619
3Stjarnan852117:1017
4KA851212:616
5KR943215:1115
6Valur841314:1113
7Keflavík931514:1710
8Fram822414:218
9FH821512:157
10Akranes914410:207
11Leiknir R.80354:133
12ÍBV90366:173