Kaj Leo umhugsar krav um koronupass

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, umhugsar nú at seta í verk krav um koronupass fyri at sleppa til Føroyar

– Eg skal í KVF í kvøld um koronu. Eg hugsi, at fyri at verja sjúkrahúsverkið enn betur, so er ein møguleiki at kravt koronapass við markið, alternativt skuldi tú víst testúrslit fyri koronu, tá tú kemur til landið.

 

Soleiðis skrivar Kaj Leo Holm Johannesen, sum soleiðis er tann fyrsti í landsstýrinum at tosa um at gera mun á fólki sum eru koppsett og teimum sum ikki eru koppsett. Løgmaður hevur hildið fast við ikki at gera mun á fólki og seta í verk skipan við koronupassi, hóast farsóttarnevndin hevur mælt landsstýrinum til at gera tað.

 

– Hetta meðan smittutølini eru høg, men farsóttarnevndin hevur fund í morgin, so fáa vit at síggja teirra tilmæli, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook.