Ikki fyrr enn løgmaður og øll landsstýrisfólkini hjá honum fingu rætt til fulla gylta eftirløn, kom broytingaruppskotið úr Tinganesi um at taka av gyltu eftirlønina, sum tó ikki er galdandi fyri Kaj Leo Johannesen og hansara fólk.
Tá løgmaður tók við starvinum 26. september í 2008 lá eitt álit á borðinum hjá honum, har serlig nevnd mælti til m. a. at taka av gyltu pensjónirnar hjá honum og hansara fólkum. Síðani fekk hann enn eina frágreiðing í 2009, sum segði tað sama. Og enn einaferð fekk Kaj Leo Holm Johannesen eina frágreiðing, sum segði tað sama í 2012. Og nú í 2014, er málið umsíðir samtykt í løgtinginum.
Tað er serliga Sosialurin sum ferð eftir ferð hevur víst á, hvussu sera órímulig pensjónsviðurskiftini eru, sum politikararnir tilvitað hava fingið sær. Serfrøðingur hevur roknað út, at tað kostar framtíðar føroyingum 55 milliónir krónur í fjaldum útreiðslum fyri hvørt valskeið við løgmanni og sjey landsstýrisfólkum.
Soleiðis kundi Kaj Leo Holm Johannesen spart føroyingum hesa fjaldu útreiðslu landskassan – í øllum førum fyri hetta valskeiðið. Nú, tá málið umsíðir er samtykt, hava Kaj Leo Holm Johannsen og hansara fólk í Tinganesi tryggjað sær sjálvum fulla gylta pensjón, tí lógarbroytingin kemur ikki í gildi fyrr enn eftir næsta løgtingsval.
Politikararnir kunnu leggja saman starvsaldur í løgtinginum og landsstýrinum. Sum talvan vísir niðanfyri hava øll landsstýrisfólkini nú tryggjað sær hesa gyltu pensjónina – uttan Annika Olsen. Men tá hetta valskeiðið er av verður um tað lagið.
---
So leingi hava landsstýrisfólkini sitið. Øll hava vunnið sær fulla tænastumannapensjón, uttan Annika Olsen, sum tó hevur vunnið sær sína pensjón, tá hetta valskeiðið er av.
Kaj Leo Johannesen
tingmaður – (2002-2008) – 6,5 ár
landsstýri – (2008-2014) – 6 ár
Johan Dahl
tingmaður – (2002-2008) – 6 ár
landsstýri – (2008-2014) – 6 ár
Bjørn Kalsø
tingmaður – (2008-2011) 3 ár
landsstýri – (2004-2008 & 2011-2014) – 7 ár
Jørgen Niclasen
tingmaður – (1994-98 & 2003-2008 & 2011) – 10 ár
landsstýri – (1998-2003 & 2008-2011 & 2011-2014) – 10 ár
Annika Olsen
tingkvinna – (2008 og 2011) – uml 1 ár
landsstýri – (2008-2011 & 2011-2014) – 6 ár
Jacob Vestergaard
tingmaður – (2008 & 2011-2012) – uml. 2 ár
landsstýri – (2003-2004 & 2005-2008 & 2008-2011 & 2012-2014 ) – 9 ár
Karsten Hansen
tingmaður – (2004-2008 & 2008-2011) – 7 ár
landsstýri – (1998-2003 & 2008-2008 & 2011-2013) – 8 ár