Kaj Leo Johannesen verður løgmaður

Klokkan 05.30 boðaði Jóannes Eidesgaard frá, at samráðingarnar eru komnar á mál, og at Sambandsflokkurin fær løgmanssessin Sostatt er greitt, at Føroya Løgmaður nú verður Kaj Leo Johannesen.

Harumframt varð boðað frá, at samgonguflokkarnir eru komnir ásamt um at tað verða 9 aðalráð, har teir hava gjørt av at býta Almanna- og Heilsumál sundur í tvey málsøki. Afturat tí broytir Løgmálaráðið aftur navn til Innlendismálaráðið, sum tað eisini æt undir ABC-samgonguni frá 2004 til 2008.

Málsøkini eru fallin flokkunum soleiðs í lut:

Løgmansembætið, Vinnumálaráðið og Almannamálaráðið fær Sambandsflokkurin

Uttanríkisráðið, Fiskivinnu- og tilfeingismálaráðið og Innlendismálaráðið fær Fólkaflokkurin

Fíggjarmálaráðið, Heilsumálaráðið og Mentamálaráðið fær Javnaðarflokkurin

Enn eru eingi nøvn sett á landsstýrissessirnar, og tað fara flokkarnir at viðgera innanhýsis í dag.

Sostatt eru Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin nú endaliga samdir um at skipa nýggja ABC-samgongu, og at nýggja samgonguskjalið, sum hevur fingið yvirskriftina »Altjóðagerð, sjálvbjargni og samhaldsfesti« verður lagt fram á tíðindafundi fyrsta dagin.

Jóannes Eidesgaard greiddi somuleiðis frá, at hann nú í dag fer at heita á løgtingsformannin, Hergeir Nielsen úr Tjóðveldi, um at kalla tingið saman til fundar, har hann kann verða loystur úr starvi, og nýggjur løgmaður, sum also verður Kaj Leo Johannesen, kann verða tilnevndur.