Hey, allir máltalibanar í Føroyum. Vælkomnir til táttin, har vit saman skulu útreinsa øll fremmandljóðandi fólkanøvn í landinum. Men ikki bara tað. Vit skulu eisini finna nýggj føroysk nøvn í staðin fyri hesa mentanarspilluna, ið hevur gjørt um seg í alt ov langa tíð. ??Niðanfyri verða ymisk kend nøvn tikin til viðgerðar, við vónini um, at ein endi fæst á hesum fremmanda íblástrinum, sum hevur eittans endamál: at gera av við okkara samleika!.
Hetta er skrivað í vónini um at navnalóggávan verður dagførd og vinnur frama millum okkara háttvirda fólk, so vit einaferð við Allah sleppa undan hesi útlendsku óhúmskuni.
Vinjard Johanesen => Víngarður Jógvanssonur
Aksel Vilhelmsson Johannesen => Ásur Viljarhjálmarssonur Jógvanssonur
Niels Midjord => Miðgarðs Niklas
Sommer Winther => Javndøgur
Jørgen Niclasen=> Jørundur Nikláassonur
Rosa Samuelsen => Rósa Sámalsdóttir
Kitty May Ellefsen => Ketta Eilifsdóttir í Fimta Mánaði
Petur Mohr Dam => Klettur Mamma Hyl
Rigmor Dam => Ríkmóður Hyl
Edmund Joensen => Átmuður Jóansson
Alfred Olsen => Alheims Fretur Sonur Olúmpisku leikirnar ella Alheimsfriður, sonur Olúmpiskra Leikanna
Hergeir Nielsen => Herspjót Nilsson
Kári P. Højgaard => Velji P. Hágarð
Dan Klein => Lítli Dann
Andreas S. Petersen => Dunnureas S. Petursson
Rodmund Nielsen => Stangarkjaftur Njálsson
Helena Dam á Neystabø => Vana Hyl á Neystabø
Eli Sørensen => Ravmagni Sjóreinsan
Lassi Klein => Lítli Fram
Andras samuelsen => Dunnureyv Sámalsson
Atli Dam => Havi hug til Hyl
Victor Danielsen => Sigur Dánjalsson
Bill Jusinusen => Rokning Jústinusarsonur
Kaj Leo Johannesen => Bryggjuleyva Jógvanssonur
Nú hesar rættingar eru almannakunngjørdar, so vóni eg, og onnur við, at fólkini, ið eru nevnd og enn eru her á foldum, hava so frætt av virðing fyri tí føroyska málinum, føroysku mentanini og føroyska samleikanum, at tey broyta navn sítt til ta rættaðu útgávuna.
Lesarabrævið er eitt beinleiðis plagiat einum tráði á kjak.org, ið hevði uppiborið at deilast við almenningin.