Kaj Leo Johannesen aftur í knípu av Heðin Mortensen

Nú hann fer til USA á aðalfund í ST, fer hann ikki at lata varamannin sleppa á løgting. Hetta er fyrstu ferð í 15 ár, at tað ikki hendir, men tað ger ikki mun hjá Kaj Leo Johannesen, tí hann vil undir ongum umstøðum hava Heðin Mortensen á ting

Um eina viku fer Kaj Leo Johannesen til USA á aðalfund hjá ST.

Men samstundis setir hann seg sjálvan í eina politiska knípu.

Tá ið løgtingsmenn fara á aðalfund í ST, plaga teir at lata varamannin taka sæti á løgtingi.

Eftir ætlan skal Kaj Leo Johannesen vera burtur í tríggjar vikur. Men varamaður hansara á løgtingi er Heðin Mortensen.

Og hann vil Kaj Leo Johannesen undir ongum umstøðum síggja á løgtingi, tí síðani seinasta val, er hann farin í Javnaðarflokkin.

Sostatt fer hann ikki at lata varamannin taka sæti á tingi hesa tíðina, hann er burturstaddur.

Edmund Joensen, Løgtingsformaður, vil ikki gera viðmerkingar til ítøkiliga málið.

Men hann sigur, at tingmaður ger sjálvur av, nær hann sendir boð eftir varamanni og tað eru ongar fastar mannagongdir fyri, nær varamaður skal á ting ella ikki.

Hinvegin vísir løgtingsformaðurin á, at Løgtingi hevur sent eygleiðarar á ST aðalfund heilt síðani 1992.

Tveir tinglimir eru við hvørja ferð og sostatt hava tilsamans 30 løgtingslimir verið á ST aðalfundi higartil.

Teir hava allir samlir, uttan undantak, latið varamannin taka sæti á løgtingi.

- Siðvenja hevur verið, at teir løgtingslimir, sum fara á ST aðalfund, hava latið varamannin taka sæti á tingi, so tað hevur verið føst mannagongd higartil, sigur Edmund Joensen.

Men tað nervar ikki Kaj Leo Johannesen, at hann brýtur gamla siðvenju við at sýta fyri at lata Heðin Mortensen taka sæti á tingi.

- Ongin av teimum, sum hava verið á ST aðalfundi, hava verið í somu støðu, sum eg, at teir hava verið noyddir at lata umboð fyri annan flokk taka sæti á tingi. Tað hevði heldur ongin av teimum gjørt, leggur hann afturat.

Hann sigur, at sostatt er hann í eini heilt serligari støðu og hann fer undir ongum umstøðum at lata Heðin Mortensen taka sæti á tingi.

- Tað vildi verið at forbrotið seg ímóti mínari egnu sannføring og ímóti mínum egna flokki, sigur Kaj Leo Johannesen.

- Skuldi eg, sum formaður Sambandsfloksins, sett ein javnaðarmann á løgting, hevði eg brotið øll etisk og moralsk prinsipp mótvegis flokkinum, leggur hann afturat.