Kaj Leo hevur møguleika at skriva søgu

Val og tøl: Um úrslitið í morgin lagar seg soleiðis, sum allar veljarakanningarnar í ár hava bent á, og sum fólkatingsvalið í september var staðfestiing av, so verður Sambandsflokkurin sigursharri, og harvið verður tað fyri fyrstu ferð í søguni undir heimastýrinum soleiðis, at flokkurin hjá løgmanni fær framgongd bæði í lutfalsliga býtinum av atkvøðum og í tingmannatali

Tað er møguleiki fyri, at talan í morgin kann gerast um heilt merkisvert úrslit fyri løgmann og Sambandsflokkin, sum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, er formaður fyri.

Síðani heimastýrisskipanin sá dagsins ljós í 1948, hava seytjan løgtingsval verið, og tað hevur ikki verið nógv at sæð til stjórnarleiðaraávirkanina, sum tað aðra staðni plagar at verða tikið til, tá ið flokkurin hjá forsætismálaráðharranum vinnur eitt val. Tølini siga, at tað hevur verið regulin heldur enn undantakið, at flokkurin hjá løgmanni hevur tapt, og at tað harvið heldur enn positiva ávirkan á valúrslitið hevur havt negativa ávirkan á úrslitið hjá løgmansflokkinum.

Tað kostar at sita við landsins leiðslu, hevur løgmaður so ofta staðfest, tá ið floksformenninir hava tikið saman um valkvøldið.

Tað eru tvey undantøk, har løgmaður er komin burtur úr valinum við størri lutfalsligari styrki millum veljararnar, og tey eru bæði fyri einari hálvari øld síðani.

Tað fyrra var á valinum 8. november 1962. Eftir valið í 1958 skipaðu Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin samgongu. Peter Mohr Dam var løgmaður, og á løgtingsvalinum í 1962 gekk tað framúr hjá Javnaðarflokkinum, sum vann 1,7 %. Longu á valinum í 1958 var hann størstur við 25,8%, og nú vaks hann til 27,5 %. Hetta er – saman við valinum í 1990 – størsta lutfalsliga undirtøkan, sum Javnaðarflokkurin nakrantíð hevur havt.

Tingmannatalið broyttist tó ikki. Á valinum í 1958 fekk Javnaðarflokkurin átta tingmenn, og tað fekk hann eisini á valinum í 1962.

Hitt undantakið var á løgtingsvalinum í 1966. Samgongan millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin við stuðli frá Framburðsflokkinum hjá Kjartani Mohr mannaði landsstýrið eftir valið í 1962. Hákun Djurhuus úr Fólkaflokkinum var løgmaður, og á løgtingsvalinum 8. november í 1966 vunnu løgmaður og Fólkaflokkurin 21,6 % av atkvøðunum, sum var 1,4 % meiri, enn Fólkaflokkurin hevði vunnið á valinum í 1962.

Tingmannatalið broyttist ikki. Fólkaflokkurin vann seks tingmenn í 1962, og hann vann eisini seks tingmenn á valinum í 1966.

Tvær ferðir hevur tað eydnast løgmanni at økja um tingmannatalið, hóast talan var um lutfalsliga afturgongd í undirtøku millum veljararnar. Fyrra ferðin var í 1950, tá ið Sambandsflokkurin og Andrass Samuelsen vunnu ein tingmann, og seinna ferðin var, tá ið Javnaðarflokkurin og Atli P. Dam í 1978 vunnu ein tingmann. Í báðum førum gjørdu serlig viðurskifti seg galdandi, sum tað verður komið nærri inn á longri niðri á síðuni.

Nú benda tølini á, at tað fyri fyrstu ferð í 63 ára longu søguni undir heimastýrinum skal eydnast løgmansflokkinum at vinna framgongd millum veljararnar, sum eisini ber við sær, at tingmannatalið hjá løgmansflokkinum økist.


Skrædlini

Størsta tapið hjá løgmansflokkinum var tað hjá Javnaðarflokkinum í 1994. Á valinum í 1990 var undirtøkan hjá Javnaðarflokkinum 27,5%, sum saman við henni í 1962 er tann størsta, sum flokkurin nakrantíð hevur vunnið.

Meðan flokkurin í 1958 vann átta av tredivu tingmonnum, so vann hann í 1990 tíggju av 32 tingmonnum.

Í hesum valskeiðnum – frá 1990 og til 1994 – var Javnaðarflokkurin fyrst í samgongu við Fólkaflokkinum og síðani við Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Atli P. Dam var løgmaður fyrra partin av skeiðnum, og seinnapartin av skeiðnum var Marita Petersen løgmaður.

Tað var í hesum valskeiðnum, at samfelagið kollsigldi, og Marita Petersen løgmaður og Javnaðarflokkurin mistu í 1994 12,2 % av atkvøðunum og fimm tingmenn. Millum teir, sum ikki vórðu afturvaldir, var Atli P. Dam.

Næststørsta tapið hjá løgmansflokki var tað hjá Sambandsflokkinum í 1998. Eftir valið í 1994 skipaði Edmund Joensen samgongu saman við Javnaðarflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Verkamannafylkingini. Í 1996 fór Javnaðarflokkurin úr samgonguni, og Fólkaflokkurin loysti hann av. Á valinum í 1998 misti Sambandsflokkurin 5,3% av atkvøðunum. Tað kostaði tveir tingmenn – úr átta og niður í seks tingmenn.

Tríggjar ferðir varð Kristian Djurhuus av veljarunum vigaður sum løgmaður, og hann misti hvørja ferð – í 1954, 1958 og aftur í 1970, tá ið hann hevði sitið sum løgmaður seinna partin av valskeiðnum. Peter Mohr Dam, sum doyði í 1968, var løgmaður fyrra partin av valskeiðnum. Við Kristiani Djurhuus sum løgmanni megnaði Sambandsflokkurin – hóast lutfalsligu afturgongdina í undirtøku - tó hvørja ferð at halda tørn um tingmannatalið: 7 í 1954 og 7 í 1958 og 6 í 1970, ið var sama tingmannatal sum í 1966.

Fýra ferðir varð Atli P. Dam av veljarunum vigaður sum løgmaður, og hann misti hvørja ferð – í 1974, 1978, 1980 og í 1988. Við Atla P. Dam sum løgmanni megnaði Javnaðarflokkurin – hóast lutfalsligu afturgongdina í undirtøku – tó eina ferð at økja um tingmannatalið. Tað var í 1978, tá ið vallógin varð broytt. Frammanundan vóru 20 valdømisvaldir tingmenn og upp í tíggju eykavaldir. Á valinum í 1978 og fram til og við valinum í 2004 vóru 27 valdømisvaldir tingmenn og upp til fimm eykavaldir. Á øllum hesum valunum var samlaða tingmannatalið 32.

Í 1974 vann Javnaðarflokkurin 7 tingmenn, og í 1978 vann hann 8 tingmenn. Í 1980 misti Javnaðarflokkurin ein tingmann, og tað gjørdi hann eisini í 1988.

Tvær ferðir varð Anfinn Kallsberg av veljarunum vigaður sum løgmaður, og hann tapti báðu ferðirnar – í 2002 og í 2004. Fyrru ferðina misti Fólkaflokkurin ein tingmann – úr 8 og niður í 7 – og seinnu ferðina helt hann tørn um 7 tingmenn.

Andrass Samuelsen og Pauli Ellefsen vórðu sum sambandsløgmenn vigaðir á valunum í ávikavíst 1950 og 1984. Báðu ferðirnar var talan um afturgongd í undirtøkuni millum veljararnar. Í 1984 misti Sambandsflokkurin ein tingmann – úr 8 og niður í 7.

Í 1950 økti Sambandsflokkurin um sína umboðan, hóast undirtøkan minkaði úr 28,7 og niður í 27,3 prosent. Á valinum í 1946 vann Sambandsflokkurin 6 tingmenn, og á valinum í 1950 vann Sambandsflokkurin 7 tingmenn. Orsøkin var, at samlaða tingmannatalið í 1946 var 20, og at samlaða tingmannatalið í 1950 var 23.

Jógvan Sundstein varð vigaður sum fólkafloksløgmaður í 1990. Í tvey ára valskeiðnum frá 1988 var hann løgmaður fyri tveimum samgongum. Fyrst í fimm mánaðir í samgongu millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin og so í samgongu millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin. Fólkaflokkurin misti – úr 23,2 og niður í 21,9 prosent - og Fólkaflokkurin misti ein tingmann – úr 8 og niður í 7 tingmenn.


Kaj Leo og sambandsmetið

Í morgin fer Kaj Leo Holm Johannesen á veljaravektina saman við Sambandsflokkinum. Fimm ferðir áður eru sambandsløgmenn vigaðir av veljarunum, og hvørja ferð hevur talan verið um afturgongd:

Andrass Samuelsen misti undirtøku í 1950, Kristian Djurhuus misti undirtøku í 1954, 1958 og 1970, Pauli Ellefsen misti í 1984, og Edmund Joensen misti í 1998.

Kaj Leo Holm Johannesen setti seg í løgmanssessin 26. september í 2008. Turbolensurin hevur ofta verið øgiligur, og í vár viknaði parlamentariska grundarlagið, tí Fólkaflokkurin tók sín stuðul til løgmann og samgonguna aftur.

Allar veljarakanningarnar, sum eru gjørdar í ár, hava víst, at Sambandsflokkurin fer at hava framgongd. Størsta undirtøkan var í kanningini, sum Gallup í februar gjørdi fyri Dimmalætting. Tá søgdu 31,2 prosent av veljarunum, at teir høvdu atkvøtt fyri Sambandsflokkinum, um val hevði verið tá. Á fólkatingsvalinum í september var undirtøkan 30,8 prosent. Síðani tá hava tvær kanningar víst, at talan ikki verður um so stóran sigur, men báðar kanningarnar í síðstu viku boðaðu frá, at Sambandsflokkurin fer at økja um undirtøkuna. Í blaðnum í dag og í Norðlýsinum í síðstu viku reið tað um snarið, um Sambandsflokkurin fær átta ella níggju tingmenn og harvið ríður tað um snarið, um Kaj Leo Holm Johannesen og Sambandsflokkurin fara at skriva søgu!

Søgan lærir okkum, at valið er ikki avgjørt, fyrr enn atkvøðurnar eru taldar upp. Verfaðir Helle Thorning-Smidt, fyrrverandi formaðurin í Labour, Neil Kinnock, minnist aftur á valið í 1992, tá ið hann í miðlunum varð endurgivin fyri at siga – undan valinum – at hann hevði vunnið, og so tapti hann, og Uffe Elleman Jensen varð í Ekstra Bladet á sjálvum valdegnum í 1998 endurgivin fyri at siga, at Den er hjemme. Hann hevur ofta síðani sagt, at tað var ein fullur tíðindamaður, sum fann upp á hesa yvirskriftina. At Uffe ikki vann tað valið, komst av at Sambandsflokkurin misti fólkatingsmannin í Føroyum!

Og Kaj Leo Holm Johannesen kann eisini minna føroysku veljararnar á, at góðar veljarakanningar hjá Sambandsflokkinum ikki altíð bera gott val við sær. Sambandsflokkurin og Lisbeth L. Petersen vóru í 2004 – sambært veljarakanningunum - á veg ímóti stórsigri. Uppteljingin vísti, at Sambandsflokkurin misti 4,3 prosent av atkvøðunum og ein tingmann. Tað bar formansskifti í Sambandsflokkinum við sær. Lisbeth L. Petersen fór frá, og nýggjur formaður var Kaj Leo Holm Johannesen!


Løgmenn síðani 1948 tá ið heimastýrisskipanin sá dagsins ljós


Andrass Samuelsen Sambandsflokkurin 1948-1950

Kristian Djurhuus Sambandsflokkurin 1950-1959

Peter Mohr Dam Javnaðarflokkurin 1959-1963

Hákun Djurhuus Fólkaflokkurin 1963-1967

Peter Mohr Dam Javnaðarflokkurin 1967-1968

Kristian Djurhuus Sambandsflokkurin 1968-1970

Atli P. Dam Javnaðarflokkurin 1970-1981

Pauli Ellefsen Sambandsflokkurin 1981-1985

Atli P. Dam Javnaðarflokkurin 1985-1989

Jógvan Sundstein Fólkaflokkurin 1989-1991

Atli P. Dam Javnaðarflokkurin 1991-1993

Marita Petersen Javnaðarflokkurin 1993-1994

Edmund Joensen Sambandsflokkurin 1994-1998

Anfinn Kallsberg Fólkaflokkurin 1998-2004

Jóannes Eidesgaard Javnaðarflokkurin 2004-2008

Kaj Leo Holm Johannesen Sambandsflokkurin 2008-