Kaj Leo gjørdist sigursmálskjútti hjá Njarðvík

Aftaná tríggjar javnleikir á rað kom Njarðvík á sigursslóðina aftur

 

 

Kaj Leo í Bartalsstovu gjørdist í kvøld sigursmálskjútti hjá Njarðvík við sínum fimta málið í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Tá 33 minuttir vóru farnir av dystinum millum Njarðvík og Gróttu á Rafholtsvøllinum í Njarðvík meddaði Kaj Leo bóltin í netið til sigursmálið 1-0 aftaná upplegg frá  Tómasi Bjarka Jónssyni.

 

Kaj Leo var skiftur út tá klokkan vísti 77 minuttir.

 

Sigurin kom eyka væl við hjá Kaj Leo og liðfeløgunum aftaná tríggjar javnleikir á rað seinastu dystirnar. 

 

Njarðvík er fjórðfremst í næstbestu deildini við 31 stigum fyri 19 dystir. Fýra stig eru upp til oddaliðið, ÍBV sum hevur 35 stig.

 

Nummar eitt flytur beinleiðis upp í bestu deildina. Nummar tvey til fimm spæla dystir um uppflyting.

 

Tríggir dystir eru eftir at leika í grundspælinum. Fríggjakvøldið 30. august spælir Njarðvík dyst á útivølli móti Afturelding.

 

Afturelding hevur á sætta plássinum 27 stig, fýra stig færri enn Njarðvík. Við sigri verður Njarðvík sjey stig frammanfyri Afturelding við bert tveimum dystum eftir. Tá hevur Njarðvík tryggjað sær at vera millum fimm tey fremstu liðini. 

 

##med2##

 

 

 

 

 

Mynd: Njarðvík