Ein samd fíggjarnevnd tók fyri løtu síðani undir við umbønini um pengar, ið Løgmansskrivstovan bað um í fíggjarnevndarskjali
Av tí at Løgmansskrivstovan hevur gjørt hetta til eitt mál í trúnaði, so fæst lítið og einki at vita um smálutirnar í fíggjarnevndarskjalinum.
- Hetta er eitt av teimum málunum, sum hevur skund, og hartil er neyðugt við eykajáttan fyri at røkja áhugamálini hjá føroyska samfelagnum. Eisini meta vit tað gagna Føroyum, at málið verður hildið í trúnaði, og upplýsingarnar tí ikki koma alment fram fyrr enn seinni.
Tað sigur Kristina Háfoss, virkandi forkvinna í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum.
Hoyr samrøðu við Kristinu Háfoss her:








