Nýggja liðið hjá Kaj Leo Í Bartalsstovu, Leiknir sum spælir í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini vann seg í dag víðari í íslendsku steypakappingini.
Leiknir vann 2-0 á Árbær, ið eisini er eitt av liðunum úr Reykjavík. Kaj Leo slapp á vøllin tá 66 minuttir vóru leiktir. Tá var Leiknir á odda 2-0.
Landskappingin í næstbestu íslendsku deildini byrjar annars ikki fyrrenn 5. mai. Leikt vera 22 umfør við 11 heimadystum og 11 útidystum, og endar kappingin longu 16. september. Tvey tey ovastu liðini flyta upp, og tvey tey niðastu liðini flyta niður. Talan er ikki um eitt endaspæl við fimm umførum sum í bestu deildini í Íslandi.











