Kaj Leo er tann síðsti gylti løgmaðurin

Fýra løgmenn hava rætt til 36.000 krónur um mánaðin í pensjón. Teir eru: Anfinn Kallsberg, Jóannes Eidesgaard, Edmund Joensen og Kaj Leo Holm Johannesen. Men so er slutt. Næsti løgmaður fær pensjón eins og »vanlig fólk«, 15 prosent av lønini

Løgtingið samtykti í gjár at broyta lønir- og eftirlønir hjá løgmanni og landsstýrismonnum. Í stuttum gongur broytingin út uppá, at gylta pensjónin hjá landsstýrisfólkum, har tey forvinna sær fulla pensjón eftir átta árum, veður tikin av, eins og aðrir skattafríar ágóðar.

 

Í staðin fáa løgmaður og landsstýrisfólk 15 prosent í eftirløn eins og onnur fólk. Men sum plástur á sárið fáa tey 30 prosent í lønarhækking. Tað merkir, at løgmaður fær 17.558 krónur í lønarhækking um mánaðin, meðan landsstýrisfólkini fáa 14.535 krónur í lønahækking um mánaðin. Lønarhækkingin er 30 prosent. Lækkingin í eftirlønini er, sum fleiri politikarar hava sagt, ein »normalisering«. Eingin hevur vart gyltu pensjónina.

 

Men tað verður kortini ikki fyrr enn aftan á næsta løgtinsval, at lógin kemur í gildi. Tað merkir, at Kaj Leo Holm Johannesen verður tann seinasti gylti føroyski løgmaður. Tann fyrsti var Anfinn Kallsberg, sum kundi fara frá við almennari eftirløn upp á 36.000 krónur. Sama var galdandi fyri Jóannes Eidesgaard, sum eins og Anfinn Kallsberg kann njóta sítt otium við 36.000 krónum í løgmanspensjón um mánaðin. Treytirnar vóru so góðar, at bæði Anfinn Kallsberg og Jóannes Eidesgaard kundu fara frá við hesum gyltu pensjónum longu sum 60 ára gamlir.

 

Treytin hjá teimum báðum, eins og hjá Kaj Leo, fyri at fáa gyltu eftirlønina longu sum 60 ára gaml er, at hann hevur verið á tingi og í landsstýrinum í 17,5 ár, tá hann er 60 ár. Kaj Leo Holm Johannesen er 49 ár og hevur verið á tingi og í landsstýrinum í 12 ár. Situr hann hetta skeiðið út og eitt afturat, so hevur hann longu vunnið sær rættin gyltu pensjónina sum 60 ára gamal áðrenn hann er 55 ár – ein pensjón, sum í dag er um 36.000 krónur um mánaðin.

 

Umframt Anfinn Kallsberg og Jóannes Eidesgaard, sum longu eru farnir upp á løgmanspensjón, so fær Edmund Joensen eisini møguleikan. Hann sat á tingi frá 1988 til 2011. Hann var løgamður í fýra ár frá 1994-1998 og hevur verið á fólkatingi í tvey skeið. Allar hesar pensjónir kann hann leggja saman. Men hann fær í mesta lagi eina løgmanspensjón upp á 36.000 krónur.

 

Tað var meðan Jóannes Eidesgaard var løgmaður, at lógin seinast varð broytt, tí »hon mátti fylgja prinsippinum í pensjónini hjá tingmonnum«, sum varð broytt undir fyrru fullveldissamgonguni. Atli Dam, Pauli Ellefsen og Jógvan Sundstein, sum eisini høvdu verið nóg leingi í politikki til at fáa gyltu pensjónina, fingu hana ikki, tí teir fóru úr politikki áðrenn lógin varð broytt.

 

Soleiðis kann staðfestast, at føroyingar eiga fýra gyltar løgmenn: Edmund Joensen, Anfinn Kallsberg, Jóannes Eidesgaard og Kaj Leo Holm Johannesen.