Kaj Leo er Pál-fan

Landins hægsti hitti landsins besta í svimjihylinum í Gundadali í Havn sunnudagin, tá Kaj Leo Johannessen, sum er í hylinum hvønn morgun, fekk eitt prát við føroyska svimjikongin, Pál Joensen

­Jan Müller

Eitt av Føroya frægastu ítrótt­ar­fólk­um á altjóða palli, svimj­ar­in Pál Jo­en­sen úr Vági, hev­ur alt Før­oy­a fólk aft­an fyri seg, tá hann lut­tek­ur í al­tjóða kapp­ingum. Mill­um hans­ara við­halds­fólk tel­ist eis­ini ein ann­ar fræg­ur svimj­ari, nevn­i­liga Før­oya løg­mað­ur, Kaj Leo Jo­hann­es­sen. Og tað hend­ir seg meira enn so, at teir báðir hitt­ast í hyl­i­num, um ikki til dyst so til prát mill­um longu dist­ans­ur­nar hjá Páli. So var eis­ini henda sunnu­dagin, tá Pál fekk ein bana fyri seg í vanligu svimji­tíðini. Mong vórðu tey, sum eygleiddu henda fima svimj­ara, ið hevur sett Før­oy­ar á landakortið eins væl og okk­ara fót­bólts­lands­lið hev­ur gjørt tað. Og løg­mað­ur dyl­ur ikki fyri, við einum skálk­a­brosi, at eisini hann hev­ur nakað at læra av Páli at brúka í sínum politiska ar­beiði til frama fyri Føroyar, nevn­i­liga at hava orkuna og vilj­an til at megna teir longu tein­ar­nar.
– Eg eri Pál fan um ein háls var fyrsta viðmerkingin, sum Sosialurin, ið eisini hevði fólk í hylinum henda dag­in, fekk frá ongum minni enn sjálv­um løgmanni. Kaj Leo Jo­hann­esen vil ikki av­dúka, um hann royn­ir at læra kynstr­ið frá Páli at klára tær longu dist­ans­urnar, tein­ar­nar, nú tað stundar til løg­ting­s­val eisini. Eitt val og ann­að og ein dystur og annar. Pál venur til fleiri spennandi kapp­ingar í summar, men venj­ing­in hevur serstakliga eina kapp­ing fyri eygað, og tað er HM í svimj­ing í Sjang­kai í heyst.
– Eg fari at gera mítt besta, og venj­­ing­in skal ikki liggja eft­ir, sigur hesin smílandi og frynt­­ligu vágbingurin. Eis­ini skal hann til at venja til OL í London næsta ár. So her er ov­mikið at venja til, og tá koma nøkur góð orð frá løg­manni heldur ikki so illa við.
– Eg havi sagt Páli, at eg havi so stóra virðing fyri honum bæði sum ítrótt­ar­­manni og ikki minst sum roll­u­modell hjá teimum ungu. Hetta er nak­að, vit ikki mugu und­ir­meta, sigur løgmaður, sum als einki hevur ímóti at geva pláss fyri Føroya besta svimj­ara í høllini í Gunda­dali ein sunnudag, tá eisini løg­mað­ur er úti í tí váta el­e­ment­i­num.
Um teir báðir eisini tosaðu um 50 metra svimjihylin, ið er dreym­a­ynsk­ið hjá vág­bing­inum, sigur søgan einki um.
jan@sosialurin.fo