Kaj Leo Johannesen umhugsar í løtuni, um hann skal stilla upp á kommunuvalinum í Havn.
Fyrrverandi løgmaður er upp á tal til listan hjá Sambandsflokkinum, men hann hevur ikki endaliga játtað, at hann stillar upp.
- Hetta vikuskifti skal eg taka endaliga avgerð um eg ynski at verða við á listanum til býráðsvalið í okkara býi, sum eg eri so sera góður við, og sum eg eri føddur og uppvaksin í. Havi gjørt upp við meg sjálvan at boða frá mánadagin, um tað verður egg ella ungi, sigur Kaj Leo Johannesen.
- Tey sum kenna meg vita, at havi eg tikið eina avgerð um eitt mál, so verða allir motorar settir á fulla kraft, sigur hann.
Sambandsflokkurin hevur í løtuni eitt umboð í býráðnum í Havn. Tað er Annfinn Brekkstein, sum í vikuni skrivaði í viðmerking, at hann er ímóti dupultmandatum – tað vil siga, at býráðslimir eisini sita í løgtinginum, sum eitt nú Kaj Leo Johannesen ger.
- Tað er ikki í lagi, at løgtingslimir í hópatali stilla upp til komandi kommunuval og harvið undirgrava okkara politisku skipan. Bara veljarin kann loysa trupulleikan, skrivaði Annfinn Brekkstein í viðmerking.
Mánadagin fæst so at vita, um løgtingsmaðurin Kaj Leo Johannesen stillar upp á kommunuvalinum í Tórshavnar kommunu.










