- Eg havi tosað við Jóannes um hetta, og hann sigur, at bólturin liggur hjá sær, at hann skal tosa við Heðin Mortensen, so tað bíði eg bara eftir, sigur Kaj Leo Johannesen Í málinum sum at velja nýggjan landsstýrismann Bárð Nielsen, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, at liggur bólturin nú liggur hjá løgmanni, ið sum kunnugt er staddur uttanlands.
Úti millum fólk hava nógvar gitingar og prát verið um støðuna sum kom í. Vit hava prátað við Kaj Leo Johannesen um málið, har vit millum annað spyrja hann um, hví sambandsflokkurin sendi tíðindaskrivið út áðrenn løgmaður hevði fingið høvi til at góðkenna valið av nýggjum landsstýrismanni. Til hetta svarar Kaj Leo, at tað er ein formellur spurningur.
- Tingbólkurin hevur peikað á meg sum landsstýrismann, og tað eri eg glaður fyri. So eg haldi avgjørt, at vit gjørdu rætt. Men sjálvandi blívi eg ikki formelt innsettur, fyrrenn løgmaður hevur sett meg sum landsstýrismann. Men eg gangi út frá, at øll skilja, at eg fari ikki at minka um okkara tingbólk.
Spurdur, um hví teir ikki í tíðindaskrivinum tóku fyrivarni fyri, at Heðin Mortensen kundi koma at liggja í buktini, sigur Kaj Leo soleiðis:
Vit vita útmerka væl, at Heðin er næsti maður á listanum. Men vit ganga sjálvandi útfrá tí, at Javnaðarflokkurin og løgmaður finna útav sínum tingum við Heðin Mortensen. Hvat stempul vil hann hava á pannuna, tá hann kemur inn í Løgtingið?
Vit høvdu eina greiða avtalu við løgmann um, at tað er Javnaðarflokkurin, sum skal syrgja fyri... tað er jú soleiðis, at eg og Lisbeth umboða Suðurstreym, greiða fatanin í tí avtaluni millum okkum er sjálvandi tann, at um ein av okkum fer í farloyvi ella úr tinginum, so taka vit tað fyri givið, sjálvandi, at ein javnaðarmaður ikki tekur við tingsessinum. Tað haldi eg, at øll skilja og tað ger Javnaðarflokkurin eisini.
Um hann (løgmaður, red.) ikki klárar at loysa ósemjuna millum Javnaðarflokkin og Heðin, so hava vit eina nýggja støðu, so einfalt er tað... Eg havi tosað við Jóannes um hetta, og hann sigur, at bólturin liggur hjá sær, at hann skal tosa við Heðin Mortensen, so tað bíði eg bara eftir.
Spurdur, um teir fara at seta samgonguna uppá spæl, sigur formaður Sambandsfloksins:
Nei, vit hava eitt gott samstarv í samgonguni, og tað skulu ikki vera einkultpersónar, sum sleppa at slíta samgonguna.