Mest umrødda punktið á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum var næstformansvalið.
Formaðurin, Kaj Leo Johannesen, varð afturvaldur uttan mótvalevni. Sosialurin fekk orðið á formannin stutt eftir at tað gjørdist greitt, at Jóhan Dahl er nýggjur næstformaður í Sambandsflokkinum.
- Eg síggi fram til at arbeiða saman við Jóhan Dahl. Vit hava arbeitt saman fyrr, og eg vænti, at vit fáa eitt gott samstarv, sigur Kaj Leo.
Kaj Leo segði at fundinum, at Alfred Olsen hevur altíð verið loyalur. Tað eru tó nógv, sum halda, at hann hann var illoyalur móti flokkinum, tá ið hann tók stuðul sín til samgonguna aftur.
- Alfred Olsen hevur altíð verið loyalur móti mær. Tað er sjálvandi tað málið við samgonguni, sum eingin ordiliga skilir, men eg havi altíð havt hansara stuðul, sigur Kaj Leo.
- Helst verður Alfred revsaður nú fyri, at hann tók stuðulin til samgonguna aftur. Men vit takka honum fyri tíðina, og síggja fram til at hava Jóhan Dahl sum næstformann, sigur Kaj Leo at enda.