Kaj Leo ætlar sær fasta spælitíð

Kaj Leo í Bartalsstovu er í dag farin til Noregs og norska felagið Levanger BK.

Nú fyrrverandi Víkinga-leikarin, 22 ára gamli Kaj Leo í Bartalsstovu, er í dag farin til Noregs, har útlendska fótbóltsævintýr hansara byrjar í felagnum Levanger FK, sum spælir í triðbestu deildini.

 

- Persónliga málið er sjálvandi at sleppa at spæla fast inni og hjálpa liðnum so væl sum møguligt við málum og uppleggum, soleiðis at ein vónandi verður sæddur, segði Kaj Leo, tá ið in.fo fekk orðið á hann í morgun.

 

- Vónandi er hetta byrjanin upp á okkurt størri enn Levanger, men fyrst og fremst má eg gera tað gott her í felagnum. Síðani fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Kaj Leo, sum hevur havt ein dreym um at sleppa uttanlands og nú loksins slapp avstað.

 

- Støðið í triðbestu deildini har er nakað tað sama sum í Føroyum. Tað týdningarmesta fyri meg var at sleppa at spæla í tí felagnum, sum vildi hava meg, sigur Kaj Leo, sum ætlar sær at gera alt fyri at hjálpa felagnum at røkka greiða málsetninginum um uppflyting í næstbestu deildina.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu og føroyska unnusta hansara hava fingið íbúð frá felagnum.