At kommunuval er í hondum sæst eisini væl at sosialu miðlunum. Nógvar nýggjar røddir eru frammi, sum meina ymiskt gott – og aðrar gamlar røddir, sum vóru tagnaðar, eru vaknaðar aftur.
Ein íðin kjakari er Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður – sum annars alment hevur boðað frá, at hann ikki fer at stilla upp til løgtingsvalið. Men hann vísir týðuliga sína misnøgd við býarstýrið í Havn, sum flokkur hansara eisini er partur av.
Hann heldur, at kommunan eigur ov nógvar bygningar og skjýtur upp, at hon selur bygningar fyri 300 milliónir krónur og lækkar kommunuskattin trý prosent næstu 10 árini. Hann nevnir tó einki um, hvørjar bygningar kommunan skal selja, ella um kommunan skal niðurleggja virksemi so sum skúlar, ella um kommunan skal selja til privat fyri síðani at leigu somu bygningar aftur frá privatum.
Hann finst eisini at kommununi og sigur, hon hon bara hevur útvegað 24 grundstykki seinastu 25 árini. Tað vil siga 24 grundstykkir síðani 1991. Her man fyrrverandi løgmaður fara skeivur – og tað vísir Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, eisini á.
– Vit hava útvegað 50 grundstykkir á Kongavarða, 24 oman Gil í Hoyvík, 12 á Karlamagnusarbreyt, 24 í Kollafirði. Tað vil siga 110 grundstykkir upp á hesa setanina, eisini hava vit 37 lestaríbúðir í Kommunuskúlanum, skapt karmar fyri at 32 raðhús verða bygd undir Kongavarða av privatum, skrivar Tróndur Sigurðsson.