Kaj Dam hevur vónir um ein 1-0 sigur til KÍ (FM1)

(FM1 í Dublin) Samskiparin hjá Betrideildarliðnum hjá KÍ, Kaj Dam er varin optimist eitt stórt samdøgur undan Europa Play Off dystinum móti Dundalk

##med2##

Tað er eitt stórt samdøgur undan størsta dystinum í søguni hjá KÍ, Europa League Play Off dystinum á Aviva leikvøllinum í Dublin móti Dundalk FC. Dysturin byrjar klokkan 19.30 hóskvøldið.

Á gistingarhúsinum í Dublin hitti reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig fyrr í dag samskiparan hjá Betrideildarliðnum hjá KÍ, Kaj Dam.

Kaj Dam greiddi frá teimum rættiliga strongu reglunum, ið hann og hinir leiðarararnir hjá KÍ, og Petur Asbjørn sjálvur mugu liva undir á gistingarhúsinum. Leiðararnir hjá KÍ eru í hvør sínum enda av gistingarhúsinum, og leiðararnir kunnu ikki máltíðar saman við hópinum hjá KÍ.

Kaj Dam heldur, at KÍ hevur ein sterkan hóp, har mennirnir sum kunnu koma inn av beinkinum eisini hava tað sum skal til fyri at standa seg væl í einum so týðandi dysti.

Kaj Dam hevur eina góða kenslu undan dystinum í annaðkvøld, og hann hevur eina vón um, at KÍ kann vinna dystin 1-0. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Kaj Dam. 

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Byrjað verður at senda klokkan 18.30. Longu klokkan 15 til 17 verður ein upptakssending við Tróndi Arge og Hera Simonsen. 

ØLL kunnu hoyra FM1 HER

HER  ber til at hoyra samrøðuna, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við sponsorsamskiparan hjá KÍ, Jákup Eydnugarð.

HER  ber til at hoyra samrøðuna, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við marknaðarleiðaran og miðlamannin hjá KÍ, Róa Clementsen.

HER  ber til at hoyra samrøðuna, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við fíggjarleiðaran hjá KÍ, Hilmar Danielsen.

(Samrøða úr Dublin: Kaj Dam)