Festival summarið
Á heimasíðuni vísir G!Festivalurin part av eini mynd, sum er ætla sum eitt spor. Tey skriva: Hmmmm, ja, tað ber kanska til hjá onkrum at gita. Spor nummar <st1:metricconverter w:st="on" ProductID="1."$?$end$!$1.</st1:metricconverter$?$end$!$. Hetta er høgra eyga av eini gassmasku á eini Kaizers Orchestra mynd. Ein lesari sendi okkum linkið til myndina og við at spegla sporið og hála eitt sindur í tað í Photoshop, varð greitt, at talan er um Kaizers Orchestra.<BR>Tað var samstarv millum kjakarir á kjak.fo, ið førdi til, at vit fingu prógvini. Á kjakinum um G!Festivalin vóru tað kjakararnir Spitze, Arena og Arne, ið spakuliga nærkaðust endaliga prógvinum. Tann síðst nevndi sendi síðan okkum ein teldupost við linkum til myndirnar, ið eru prógv. Vit kannaðu tilfarið og kundu so kunngera, at norski rokkbólkurin spælir á Gøtusandi.
Hetta váttar leysatíðindi, ið hava gingið seinastu mánaðarnir um, at G! hevur tryggjað sær hetta, eitt tað størsta norska tónleikanavnið í løtuni.
Hóast Kaizers Orchestra ikki verður spælt í Útvarpi Føroya hvønn dag, so er veruliga talan um eitt stórt navn í partum av Evropa. Bólkurin spælir útseldar konsertir í Noregi, Danmark og Svøríki og er eitt nú valdur til besta konsertbólk í Noregi. Harumframt hevur bólkurin vunnið nógvar aðrar heiðurslønir bæði í Noregi og í øðrum londum.
Um hetta er heimsins besti konsertbólkur, er ikki lætt at siga, men tað metir fyrireikarin av G!Festivalinum í øllum førum, og tað kann ikki takast frá Kaizers Orchestra, at bólkurin er tiltikin góður á konsertum.
Kaizers Orchestra spælir sín rættiliga egna rokktónleik og spælir hann somikið væl, at fólk flokkast til konsertirnar hjá bólkinum, eitt nú á Roskilde Festivalinum í 2002, tá royndu 15.000 fólk at sleppa inn í eitt telt, ið einans tók 7.000 fólk.
Um mánaðarskiftið mai/juni kom fyrsta konsert DVDin hjá Kaizers Orchestra út, DVDin Viva La Vega er upptikin í spælistaðnum Vega í Keypmannahavn, tá bólkurin tvey kvøld á rað fylti vælumtókta spælistaðið á heystið 2005.
Í summar spælir Kaizers Orchestra á nøkrum av størstu evropeisku festivalinum, í Týsklandi á Rock am Ring og Rock im Park, í Svøríki á Hultsfred Festivalinum og Arvika Festivalinum, Í Hollandi á Parkpop og Huntenpop, í Eysturríki á Frequency Festival, í Belgia á Rock Werchter, Í Danmark á Roskilde Festivalinum og Nibe Festivalinum, Í Sveis á Gurten Festivalinum, Í Noregi á Stavern Festivalinum, Vika Festivalinum, Bukta Festivalinum og Målrock og nú eisini á G!.
Í spæliskránni hjá Kaizers Orchestra fyri í summar stendur við hósdagin 20. juli TBA. Meðan bólkurin spælir í Noregi bæði mikudag, fríggjadag og leygardag. So tað tykist, sum um hósdagurin verður ein munandi størri konsertdagur á ársins G!Festivali. Í fjør var hósdagurin brúktur til nýggjar og spennandi føroyskar bólkar, men við einum stórum útlendskum navni, tykist hósdagurin veruliga at vera vorðin ein partur av festivalinum. Tað er tó heilt greitt, at fyrireikararnir av G!Festivalinum mugu vóna, at tað ikki er mjørki í Vágunum 20. juli, tí skotbráið at fáa bólkin til landið er sera stutt.