Kaggin vann sannførandi á føroyameistarunum

Kaggin hevur aftur lagt seg á odda í billardkappingini fyri lið, tá hann í vikuskiftinum ruddaði borðið ímóti trýfalt føroyameistaraliðnum úr Klaksvík. Ungi Bjarni Skaalum hevði sína bestu kapping nakrantíð. Henrik Petersen hevði eisini framúr góðan dag, tá Havnar Klubbi vann stórt á Kagganum 2. Munurin millum trý tey bestu liðini er bert seks stig.

Billard

Tað munnu vera mong ár síðani, at besta liðið hjá Klaksvíkar Billardfelag og føroyameistari trý tey seinastu árini hevur fingið ein slíkan avsmurning sum hetta vikuskiftið í Kagganum. Tá kappingin varð liðug leygardagin máttu klaksvíkingar tungu leiðina heimaftur við einans seks stigum í skjáttuni. Kaggaliðið mannað av tí unga og sera vælspælandi Bjarna Skaalum og tveimum gomlum fyrrverandi Mimirsspælarum, Steinbjørn í Dali og Jan Müller tók FM-liðið á bóli. Serstakliga var tað Bjarni, sum fekk sítt spæla at koyra sum ongantíð áður. Hann kom,sá og sigraði hesin ungi kaggaalvin. Hann vann allar sínar dystir og endaði við einum meðaltali uppá 32,5, tað besta hann nakrantíð hevur havt í eini kapping. Dystirnir vórðu uppá 828, 614 og 508. Eisini átti hann besta einstaka umfarið uppá 150 eygu. Steinbjørn og Jan fingu part av tí gamla spælinum frá Mimirstíðini framaftur. Jan hevði 21,63 í meðal og Steinbjørn 19,7.

Á liðnum hjá klaksvíkingum var standurin ringur. Stórspælarin Kirsjan Sune Høgnesen vann tveir av dystunum tepurt og skulu vit leita mong ár aftur ´í tíðina at finna eitt so lágt meðaltal sum hesaferð. Krisjan Sune fekk ikki spæl sítt at koyra og endaði við 21,1 eygum í meðal. Sonhard Johannesen hevði heldur ikki sín besta dag, hann endaði á 18,9 eygum í meðal og vann bert ein dyst. Triði maður á liðnum, Njál Petersen, sum annars kann vísa gott spæl, tapti allar dystirnar og endaði á 14,2 eygum í meðal.

Dystast var eisini í Havnar Klubba. Kaggin 2 var á vitjan og mátti fara heimaftur við stórtapi. Klubbin vann 14-4. Og her var tað stórspælarin Henrik Petersen sum brillieraði. Hann hevði omanfyri 30 eygu í meðal, besti dysturin var omanfyri 860 og besta umfar hansara var omanfyri 240. So tað rullar hjá verandi FM-meistara í liðkappingini eisini. Næstbestur var Carsten Hansen úr Havnar Klubba, sum eisini vann allar sínar dystir og hevði eitt meðal uppá 20. Niels Nielsen fekk bert tvey stig móti Kagganum. Tvs. øll fýra stigini hjá Kagganum 2 fingu teir frá Niels. Spælarnir á Kaggaliðnum vóru Anfinn Hansen, Heimir Ottoson og Johannes Skaarup.

Støðan er 1. deild er nú henda:
Nr. 1. Kaggin 1 við 36 stigum, nr. 2 Klaksvíkar Billardfelag við 32 stigum, nr. 3 Havnar Klubbi við 30 stigum og nr. 4 Kaggin 2 við 10 stigum. Munurin er lítil millum liðini og verður tí spennandi at fylgja við komandi tríggjar kappingarnar.

Í 2. deild hevur Havnar Klubbi vunnið 16-2 á Tvøroyrar Klubbi. Her var Høgni Højgaard nógv bestur við seks stigum og 11,27 eygum í meðal. Næstur honum var Jógvan Jørgensen við 8,57 eygum og 3. bestur var Hans Jørn Nielsen eisini úr Havnar Klubba við 7,27 eygum í meðal. Bestur hjá tvøramonnum var Rókur Dimon við 7,90 eygum í meðal. Havnar Klubbi hevur eisini vunnið móti Klaksvíkar Billardfelag við 12-6. Bestur var Jógvan Jørgensen úr Havnar Klubba vuið 13,77 eygum. Bestur á liðnum hjá klaksvíkingum var Jákup E. Johannesen við 7,67 eygum í meðal.