Billard
Kaggin er nýggjur føroyameistari í billard. Eftir ein sera spennandi endaspurt millum Kaggan og Klaksvíkar Billardfelag eydnaðist tað teimum trimum kaggaspælarunum, Bjarna Skaalum, Steinbjørn í Dali og Jan Müller at hála flest stig heim.
Tá avtornaði fekk Kaggin 44 stig, Klaksvíkar Billardfelag 38 stig og Havnar Klubbi 26 stig.
Fingu neyðugu stigini
Kaggin, sum legði sera hart út í kappingini við at vinna 18-0 móti føroyameistaraliðnum úr Havnar Klubba, fekk sera harða mótstøðu í seinasta umfarinum móti Klaksvíkar Billardfelag.
Í dystinum, sum varð spældur í Havn í dag, skuldu Kaggamenn hava 4 stig fyri at gerast meistarar. Teir fingu 6 stig og vunnu harvið gullið. Klaksvíkar Billardfelag, sum mátti lúta fyri garvaðu kaggamonnunum, varð mannað við Kristian Suna Høgnesen, Sonhard Johannesen og Njál Reinert Petersen.
FM í mars og apríl
Í kappingini í aðru deild liggur Billardfelag Kaggans eisini á odda. Liðið hevur 56 stig. Havnar Klubbi er nr. 2 við 50 stigum, Vágs Billardfelag er nr. 3 við 46 stigum, nr. 4 er Klaksvíkar Billardfelag við 24 stigum og aftast er Tvøroyrar Billardfelag við 14 stigum.
Føroyameistarakappingin fyri staklingar verður í mars og apríl. Innleiðandi umfarið verður 24. og 25. mars og finalan 8. apríl í Havnar Klubba.