Kaggin bjóðar heildarloysn

Nú hevur kaggin latið matstovu upp, har dentur verður lagdur á at borðreiða við búffum-stórum, saftigum búffum

Tey, sum dáma at eta úti, hava nú fingið ein møguleika afturat í Havnini

Seinasta vikuskiftið læt Kaggin upp búff-matstovu í kjallaranum.

Petur Juel Samuelsen, sum er nevndarlimur í Kagganum sigur, at fyribils er hetta ein roynd, sum fer at ganga nøkur vikuskiftið.

Í fyrstu atløgu er nevniliga bara ætlanin at hava opið fríggjakvøld og leygarkvøld, og hetta vikuskiftið verður so aftur opið.

Men skal dømast eftir fyrsta vikuskiftinum, er hetta ein roynd, sum hevur hepnast væl, tí tað var so nógv fólk, at øll sluppu ikki framat.

Og tað er einki at taka seg aftur í, at nýggja matstovan í Havn er avgjørd verd eina vitjan.

Hetta er tað, sum verður nevnt ein búff-matstova.

Tað merkir, at tey leggja serligan dent á at borðreiða við búffum av ymsum slag-stórum, saftigum búffum.

Og sparin eru tey heldur ikki, tí verðarnir eru so stórir, at tað skal ein góður maður til at eta upp.

Hinvegin eru tey meiri sparin í prísinum, tí ímillum tær frægaru matstovurnar í Havn, er tað rættiliga bíligt at eta í Kagganum.

Og tað er ikki tí, at tey hava slakað í dygdini, tí hon kann mátast við tað besta, sum annars er í Havnini, bæði høli, tænastan, og ikki minst-búffarnir.

Petur Juel Samuelsen sigur, at ein ætlan við hesum tiltakinum er at bjóða fólki eina heildarloysn fyri kvøldið: Fyrst ein góðan bita í matstovuni og so ein dans omaná.