Noðurlendingar og harímillum føroyingar teljast millum mest kaffi-drekkandi fólkaslag í heiminum. Vit kulka tað í okkum, sum oftast uttan geva slagið ella upprunan nakran ans. Eitt er, at ótrúliga nógv vánaligt kaffi verður selt, eisini í Føroyum. Nakað annað eru tær umstøður, ið kaffi-vinnan virkar undir. Her hugsi eg líka frá fátæka kaffi-bóndanum til smarta caffé latte-drekkaran í kaffistovunum.
Vit gjalda í dýrum dómum fyri ein av hesum populeru kaffi-mjólka-drykkunum, men har situr ein bóndi einastaðni, ið verður so illa viðfarin, at tú trýrt tí ikki. Ogna tær filmin Black Gold og fá innlit í hvat hendir aftan kaffi-tjøldini. So verður tað ongantíð tað sama bara at taka eitt pund av kaffi niður av handilshillini aftur. Kaffi-muðurin verður beiskari enn nakrantíð. Men so er møguleiki eisini fyri at gerast tilvitaður um kaffi og velja við førleika og góðari samvitsku, næstu ferð tú stendur framman fyri hillina við kaffi.
Black Gold, Nick og Marc Francis, Fløga, 78 min (46 min eykatilfar), www.coffeeroad.dk
Kaffimentan. Vit hava drukkið kaffi í evropa í fleiri hundrað ár nú og tað er rímiligt at tosa um eina kaffimentan. Lítið er skrivað um kaffimentanina í Føroyum, men ivaleyst eru fleiri líkir siðir við donsku kaffimentanina. Jacob Andersen hevur skrivað frálíka bók um donsku kaffimentanina 1665-2015. Tað er ein persónlig, sera upplýsandi og rættiliga undirhaldandi ferð gjøgnum altjóða dosnku kaffisøguna. Líka frá fyrstu tíð, tá ið kaffi royndi at kappast við heimligu bjórina. Vit hoyra um betra slagið, ið tekur kaffi til sín og kaffistovur lata upp. Kaffi er nær knýtt heimssøguni, bæði bardagarnir og vinnu-rákini. Í dag verður kaffi umrøtt sum lívsstílur. Nógv kann verða sagt um teg í mun til um tú drekkur svart filturkaffi ella espresso-grundað caffe latte. Ein frálík bók um heimligu kaffimentanina.
Livet er ikke det værste man har, Jacob Andersen, Gyldendal, Innbundin, 183 blaðsíðir