Kafé Muh Muh letur upp í morgin

Kafé Muh Muh er eisini eitt stuðulstiltak fyri trongstødd børn og familjur teirra, sigur Jóna Nicolajsen.

Tað verður í morgin klokkan 16, at HM kafé'in - Kafé Muh Muh - letur dyrnar upp í Skopun.

 

Jóna Nicolajsen hevur tikið stig til kafé'ina, sum í fyrsti syfti verður opin, meðan HM-kappingin verður í Brasilia. HM byrjar í morgin, og tá byrjar Kafé Muh Muh eisini.

 

Høvi verður hjá fólki at síggja dystirnar á stórskíggja og undir góðum og sosialum umstøðum á kafé’ini.

 

Jóna fer eisini at hava kaffi og køkur, meðan Kafé Muh Muh hevur opið, og pláss verður fyri umleið 40 fólkum á kafé’ini í senn.

 

Hon hevur leigað seg inn í eini vanlig sethús í Skopun, har hon brúkar stovuna til gestirnar.

 

- Eg havi eisini fingið í lag eina avtalu um, at matur kann bíleggjast á Deplinum í Skálavík, tá matstovan har er opin, og so koyri eg matin til Skopunar, um gestirnir vilja hava okkurt at eta, meðan tey eru í Kafé Muh Muh, sigur stigtakarin.

 

Jóna Nicolajsen hevur ferðast um lond, og eitt nú hevur hon verið í Ísrael, har hon eisini er komin at kenna trongstaddar familjur við børnum.

 

- Tískil er Kafé Muh Muh og tað virksemi, sum har verður næsta mánaðin, eisini eitt stuðulstiltak fyri trongstødd børn og familjur teirra, sigur hon.